Home Tíðindir 550 fleiri løntakarar eftir einum ári

550 fleiri løntakarar eftir einum ári

by OML

Í august vóru 25.383 løntakarar, árstíðarjavnað. Hetta er triði mánaður upp í slag, at tað er vøkstur, og triði mánaðurin á rað, at tað eru yvir 25.300 løntakarar. Hetta skrivar Hagstova Føroya

Tað hevur verið javnur vøkstur seinastu trý árini, men higartil í ár er ferðin í vøkstrinum minkað nakað, so verður tað neyvan í ár, at ein toppur verður náddur.

Fiski- og alivinnan hava aftur vøkstur

Løntakaratøl eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnað, og tískil verður samanborið við sama tíðarskeið árini fyri.

Í august vóru 4.176 løntakarar í fiski- og alivinnuni. Tað eru 76 fleiri enn fyri einum ári síðan. Undanfarnu fýra mánaðir hevur fiski- og alivinnan verið minni enn sama tíðarskeið árið fyri, men nú sær út til at virksemi er sum tað plagar.

Framgongdin í byggivinnuni er í einum flokki fyri seg. Í byggivinnuni vóru 3.694 løntakarar í august, 269 fleiri enn fyri einum ári síðani. Vøksturin er heili 7,9% og víkir stórliga frá gongdini í hinum høvuðsvinnubólkunum.

Privatu tænastuvinnurnar eru vaksnar 2,1% seinasta árið, meðan almenn fyrisiting og tænastur er vaksin 1%.

Alivinnan ber vøksturin í fiski- og alivinnuni

Í fiski- og alivinnuni er tað alivinnan, sum ber vøksturin. Í august vóru 999 løntakarar í alivinnuni, 191 fleiri enn fyri einum ári síðani. Framgongdin er 10,9%. Hinar stóru vinnugreinarnar í fiskivinnuni eru fiskiskapur og fiskavøruídnaður. Felags fyri báðar er, at tað eru 13 færri løntakarar nú enn fyri einum ári síðani, minkingin er um 1%. Sostatt er tað alivinnan, sum ber allan vøksturin í fiski- og alivinnuni í løtuni.

Stóra framgongdin hjá kommunum/ríkinum er partvíst vegna umleggingar á eldraøkinum, tí tað er nærum sama afturgongd í heilsu- og almannaverkinum.

Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum

 

Stutt um árstíðarjavning og trendin

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.