20.3 C
Munich
mandag, september 27, 2021

Semja gjørd um fiskiskapin eftir makreli fyri 2017

Must read

Strandarríkini Føroyar, ES og Noreg hava í dag í Clonakilty í suður Írlandi gjørt semju um fiskiskapin eftir makreli fyri 2017. Semjan er gjørd innanfyri karmarnar av Makrelsemjuni frá 12. mars 2014 í London.

Tað eydnaðist ikki pørtunum at finna semju um at víðka Makrelsemjuna frá 2014 til aðrar partar. Semja var tó millum Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Grønland um at áseta eina heildarkvotu fyri 2017 sambært langtíðarumsitingarætlanini, sum Føroyar, ES og Noreg gjørdu semju um í 2016.

Heildarkvotan fyri 2017 verður sostatt 1.020.996 tons og verður føroyska makrelkvotan samsvarandi býtislyklinum í Makrelsemjuni frá 2014 ásett til 128.655 tons.

Á samráðingarfundinum boðaði Grønland eisini strandarlondunum frá, at Grønland nú er strandarland í makreli.

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, fegnast um, at tað eydnaðist Føroyum, ES, Íslandi, Noregi og Grønlandi at finna semju um heildarkvotuna fyri 2017 og sær hann hetta sum eitt jaligt stig í mun til at fáa makrelfiskiskapin skipaðan undir støðug viðurskifti.

Semjan kann lesast her.

- Advertisement -spot_img

More articles

- Advertisement -spot_img

Latest article

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.