Viðvíkjandi serloyvi til SAS og Evropiska loftferðslupakkan

0
703

Munnligur fyrispurningur til Poul Michelsen, landsstýrismann

 sas-aircraft-on-order-1400x647

1. Hevur landsstýrismaðurin brúkt ella mist møguleikan at tryggja føroyskum flogfeløgum rættin at flúgva í ES, samstundis sum eitt ES-flogfelag (SAS) vil flúgva til Føroya?
2. Kann landsstýrismaðurin vátta, at hann hevur fingið til ummælis frá avvarðandi myndugleika í Danmark spurningin um at veita SAS rættindi at flúgva millum Føroyar og Keypmannahavn, og  hevur hann viðmælt ella frámælt hesum?
3. Kann landsstýrismaðurin vátta, at hann hevur fingið til ummælis og viðmælt ella frámælt prísáseting og ferðaætlan hjá SAS?
4. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær hann hevur fingið hesi mál til umrøðu, og nær viðmæli ella frámæli vórðu avgreidd?
5. Landsstýrismaðurin fyrisitur 100% av partapeninginum í Atlantsflogi. Hevur landsstýrismaðurin tikið nøkur stig til at fyrireika og betra um umstøðurnar hjá føroyska flogfelagnum, so tað kann standa seg í kappingini við til dømis statsstuðlaða SAS?

 

Mynd: 24.FO
Mynd: 24.FO

Viðmerkingar:

Landsstýrið hevur leingi arbeitt við at fáa Føroyar inn í Evropiska loftferðslupakkan, sum merkir, at føroysk flogfeløg hava rætt at flúgva í Evropa og teirra flogfeløg kunnu flúgva her. Í hesum samráðingum hevur Danmark stóran týdning fyri okkum. Tí vildi tað verið gylt høvi hjá landsstýrismanninum at lagt trýst á at fáa føroyskum feløgum rætt at flúgva í ES, samstundis sum eitt ES-flogfelag (SAS) vil flúgva til Føroya. Tí verður spurt, um landsstýrimaðurin hevur brúkt ella mist henda møguleika. 

 PoulMichelsen-2015-redig24.fo

Sum lógin er, skal serloyvi latast, um loyvi skal verða at flúgva til og úr Føroyum. Landsstýrismaðurin skal hava slíkar umsóknir til ummælis, eitt nú aktuella málið um SAS. Tí er áhugavert at vita, hvussu og nær landsstýrismaðurin hevur viðgjørt málið. Landsstýrismaðurin hevur eisini ábyrgdina av at røkja áhugamálini hjá eigaranum í føroyska felagnum. Fyri eigaran – Føroya fólk – er tað tí áhugavert at vita, hvussu landsstýrismaðurin umsitur sín dupulta leiklut á einu síðuni sum eigari av Atlantsflogi og á hini síðuni viðgera kappingarneytan, SAS.  Tað ger tað ikki minni áhugavert, at landsstýrismaðurin í 3. leiklutinum meldaði seg ógegniðan at umsita Vága Floghavn.

 Á Løgtingi, 19. oktober 2016

 Jørgen Niclasen

Myndir settar inn av 24.fo