24.FO
Home Heim & Frítíð Easy livin´við Gjógv fyri aðru ferð

Easy livin´við Gjógv fyri aðru ferð

Aftur í ár skipa Gjáargarður og Deiggj fyri  70 ´arar rokktiltakinum“Easy livin við Gjógv”.

Sama tiltak var í 2015. Áhugin fyri tiltakinum var so stórur at alt varð  útselt langt áðrenn tiltakið. Mong vóru tey sum tíverri ikki sloppu við í 2015 og tí beinavegin avrátt  í fjør, at endurtaka tiltakið í 2016.  Hugskotið aftanfyri tiltakið er møtast saman við góðum vinum og kenningum og saman minnast tónarnar frá legendarisku Uriah Heep. Á skránni er m.a. tann stóra heepbuffe´in  og seinni Uriah Heep konsert við Deiggj í Bygdarhúsinum. Í fjør valdu tey flestu at gista á Gjáargarði ella leiga sær summarhús við Gjógv enntá var onkur kampingvognur komin til Easy liviní við Gjógv. Summi valdu at kekka inn longu fríggjakvøld og ganga túrur leygardag o.s.fr. Eisini koyrur bussur úr Tórshavn og aftur. Alt ber til og endamálið er njóta tað róliga bygdalívið við Gjógv saman við vinum o.ø. sum dáma tónleikin hjá legendarisku Uriah Heep. Bilarnir standa og fólkini ganga aftur og fram til tann ljósa morgun. Veðrið í 2015 var einki serligt um dagin, men um kvøldið bleiv blikalogn og mánalýsið Øll eru hjartaliga vælkomin ;-).

Konsert í Bygdarhúsinum

Á konsertskránni hjá Deiggj verða fleiri av teimum kendastu Uriah Heep løgunum og eisini onkur løg sum eru meira ókend. Konsertin varir umleið 2 tímar og aftaná verður dansur við 70 ara rocktónleiki.

Teir sum spæla við Deiggj eru Dennis Lave, Rani H. Christiansen, Pætur Mohr Dam, Páll Lave, Sverri Heinesen og Fróði Vestergaard.

Í løtuni eru ljósini í Gjónni sløkt, men verða aftur til Easy livin´við Gjógv.

Tiltakið verður leygarkvøldið 29. Oktober 2016.

 

 

- Advertisment -

Most Popular

SUMMAR VIÐ TJÓÐSAVNINUM

Tjóðsavnið hevur sett saman eina røð av spennandi upplivingartúrum í summar. Túrarnir venda sær til bæði børn og vaksin, sum vilja uppliva okkurt øðrvísi...

Fiskaaling, Tari og Hiddenfjord í týskum sjónvarpi

Arte TV, sum er knýtt at kenda týska tíðarritinum Der Spiegel, hevur framleitt eina sjónvarpssending Føroysk taraframleiðsla er partur av heimildarfilmi, sum týska Arte TV,...

Nú verður summar í havn

Herfyri sóknaðist kommunan eftir hugskotum til, hvat kommunan kann bjóða í summar. Knappliga 200 uppskot komu inn, og stívliga helvtin vóru hugskot um, hvat kann...

Fregnartanastan hjá verjuni sigur at danskir stovnar og fyritøkur er í vand fyri njósning á netinum

Les fragreiðingina her frá donsku fregnartænastuni hjá verjuni. Hóttanarmeting frá CFCS fyri 2020 Center for Sybersikkerhed Forsvarets Eterretningstjeneste vurderer, at danske myndigheder og virksomheder er truet...

Seneste kommentarer