10.9 C
Munich
torsdag, oktober 21, 2021

Rættingar fyri 60.000.000 krónur fyrra hálvár

Must read

Ein uppgerð av eftirlitsarbeiðinum hjá TAKS fyrra hálvár 2016 vísir, at rættingar eru gjørdar fyri um leið 60 milliónir krónur.

Størsti partur kemur frá roknskapum hjá fyritøkum. Her eru nevniliga gjørdar rættingar fyri til samans 47,5 milliónir krónur. Av teimum stava 42 milliónir frá skattskyldigari inntøku og 5,5 milliónir frá mvg.

Hjá privatpersónum eru rættingar gjørdar fyri um leið 12,5 milliónir krónur. Her er mest talan um rættingar í skattskyldigari inntøku, kapitalvinningi, rentustuðli og ferðastuðli.

Tolleftirlitið hevur longu í fyrra hálvári 2016 avdúkað meira enn tvífalt so nógv rúsevnir sum í øllum 2015. Í flestum førum er talan um hassj, men eisini um sterkari rúsevnir so sum kokain og heroin.

Kelda:taks.fo

- Advertisement -spot_img

More articles

- Advertisement -spot_img

Latest article

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.