Home Heim & Frítíð Konsert Sunnudagin  18. september kl. 15.00  – Ókeypis atgongd

Konsert Sunnudagin  18. september kl. 15.00  – Ókeypis atgongd

by OML

The Earth Anew við Sunleif Rasmussen fløguútgávu og samrøða. Tann 9. og 10. Septembur í fjør bleiv Symfoni nr. 2 eftir Sunleif Rasmussen “The Earth Anew” frumframførd í nýggju konserthøllini í Helsinki. Verkið var bílagt av Filharmoniska orkesrinum í Helsinki og høvuðsdirigenti teirra, John Storgårds.

Symfoniin varð bíløgd at hátíðarhalda 150 ára føðingardagin hjá finska tjóðartónaskaldinum, Jean Sibelius. Symfoniin skuldi eisini skrivast sum eitt tvíburðaverk til verkið “Kullervo”, eftir Sibelius. T.v.s. sama instrumentarium: stórt symfoniorkestur, mannskór, sopran og bariton solistar. “Kullervo” tekur støði í finsku gudalæruni, og symfoniin “The Earth Anew” tekur støði í norðurlendsku gudalæruni, og verður sungin á fornnorrønnum.
Beint eftir frumframførsluna bleiv symfoniin innspæld, og kemur nú út á fløgu á plátufelagnum Dacapo.

Samrøða verður millum tónaskaldið Sunleif Rasmussen og Cand mag í tónleikavísund, fagurfrøði og mentan, Hans Paula Tórgarð, um symfoniina sum musikalskan form og munin á symfoni nr. 1 og nr. 2 eftir Sunleif  Rasmussen. Síðan fer Sunleif at greiða frá nýggju symfoniini. Aftaná verður okkurt til góman, og møguleiki at ognað sær fløguna og eisini áskrift frá tónaskaldinum.

Norðurlandahúsið í Føroyum

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.