Home Tíðindir Lisitatión fyri sjúkrahúsútbygging

Lisitatión fyri sjúkrahúsútbygging

by OML

Í farnu viku vóru tilboðini til nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, latin upp. Útbyggingin fevnir í høvuðsheitum um psykiatriskan depil, seingjardeildir, køk og uppvenjingarhølir.

Mánadagin 5. september vóru tilboðini til bygging av nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum latin upp. Lægstu boðini eiga MT Højgaard, Húsavarðatænastan, EL.FO og Demich. Samlað ljóða lægstu boðini á tilsamans 317,9 mió. krónur.

Sostatt liggur prísurin umleið 16 prosent hægri enn fíggjarkarmurin, sum varð avtalaður við ráðgevararnar. Tilboðini vera nærri eftirhugd og ymsir møguleikar vendir, sum væntandi kunnu fáa prísin at samsvara betri við fíggjarkarmin.

– Tað eru longu nøkur ár síðani, at játtanarkarmurin varð lagdur, og tí er tað ikki óvæntað fyri okkum, at tilboðini eru heldur hægri. Vit kunnu tó staðfesta, at fermetraprísurin er rættiliga rímuligur, tá vit samanbera við onnur byggiarbeiði, sum eru í gongd í løtuni og sæð í mun til, hvussu markaðarstøðan er, sigur Arne Debess Madsen, leiðari á Byggideildini á Landsverki.
Saman við ráðgevunum fer Landsverk nú undir at gjøgnumganga tilboðini og tey alternativu boðini, ið inn eru komin. Hetta við tí fyri eyga, at koma fram til eina loysn, so farast kann undir at byggja.

Tað komu í alt 15 boð inn til tær fimm arbeiðstøkurnar til útbyggingina av Landssjúkrahúsinum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.