3.9 C
New York
søndag, januar 24, 2021
Home Tíðindir 25.346 løntakarar í juni, 600 fleiri enn í juni í fjør

25.346 løntakarar í juni, 600 fleiri enn í juni í fjør

Í juni vóru 25.346 løntakarar, árstíðarjavnað. Hetta eru eini 100 fleiri enn undanfarnu mánaðir. Langtíðargongdin, trendurin, verður tó ikki ávirkaður av einum mánaða og vísir ein avtakandi vøkstur.

Kelda:Hagstova Føroya » 13. september 2016

Seinastu hálvtriðju árini hevur tað verið ein javnur vøkstur, frá 23.500 í januar 2014 til 25.346 í juni í ár. Tað merkir, at tað nú eru 1.800 fleiri løntakarar enn fyri hálvum triðja ári síðani.

Tað vóru flestir løntakarar á vári 2008, tá tað vóru 26.000, so tað eru framvegis 650 færri løntakarar nú, í mun til tá tað vóru flestir.


Fiski- og alivinnan er í minus
Løntakaratøl eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaði, og tískil verður samanborið við sama tíðarskeið árini fyri.

Í juni 2016 vóru 25.555 løntakarar, 603 fleiri enn í juni 2015. Framgongdin er 2,4%. Tað er framgongd í øllum høvuðsvinnubólkum, uttan í fiski- og alivinnuni,  har tað triðja mánaðin á rað hava verið færri løntakarar í mun til sama tíðarskeið í fjør. Í fiski- og alivinnuni vóru 4.052 løntakarar í juni, sjey færri enn fyri einum ári síðani. Bæði í apríl og mai var afturgongdin størri, og var orsøkin, at nøkur fiskavirki lógu still.

Byggivinnan veksur enn við stórari ferð, næstan sjey prosent fleiri eru í byggivinnuni nú, meðan tænastuvinnurnar, bæði privatar og almennar, vaksa stivliga 2%.

Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum

Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

- Advertisment -

Most Popular

Dj Dark – Chill Vibes

Seneste kommentarer