28. august var seinna yvirrlitstroling á sumri á Landgrunninum liðug fyri í ár. Í túrfrágreiðingini til hendan túrin eru bæði úrslit frá sjálvum túrinum umframt samanløgd úrslit fyri úrvald fiskasløg fyri báðar túrar tilsamans.
Í stuttum kann sigast fyri báðar túrar, at nøgdin av toski í ár og í fjør hevur verið nakað størri enn tey 3 árini fyri, men hesi úrslit skulu takast við ávísum fyrivarni, tí fyri bæði ár stavar meginparturin av vøkstrinum frá eini og somu støð vestan fyri Skúvoynna. Fyri hýsu hevur sera lítið verið at fingið í nógv ár, og í 2015 og 2016 var myndin tann sama hóast eitt vet betri enn árini frammanundan; her eru tó glottar at hóma, tí tað eru týðiligar ábendingar um, at 2015-árgangurin er góður, og kanska er 2016-árgangurin eisini á eini leið. Fyri upsa er at siga, at slíkar yvirlitskanningar ikki eru so eftirfarandi, men fyribils sær út til, at nakað meira er til enn seinastu fáu árini, serliga av smátfallandi fiski. Annars er vert at nevna, at tað bragdaði veruliga fyri stóra kongafisk; hetta hevur verið væntandi í fleiri ár, tí stovnsmetingar av stóra kongafiski, ið vit hava felags við Ísland og Vesturgrønland, hava í fleiri ár víst, at hesin stovnur er hampuliga væl fyri. Sama kann sigast um longu, brosmu og reyðsprøku. Fyri hvítingsbróður hevur veiðan yvirhøvur verið í minking í fleiri ár, og í 2016 helt hendan gongdin fram. Her skal verða mint á, at talið á fiski er ikki lítið, og serliga er talið á yngli hampuliga stórt í ár. Svartkjaftur hevur verið í vøkstri í fleiri ár, og gongdin stendur við. Við støði í hesum kanningunum tykist gulllaksur eisini at vera hampuliga væl fyri. Hinvegin eru tunga og serliga trantkongafiskur og kalvi illa fyri.
Fyri uppsjóvar-stovnarnar sild, makrel og rossamakrel eru slíkar kanningar við einum lítlum botnfiskatroli ikki so væl hóskandi til at meta um, hvussu nógv er til. Men makrelur er eftir hesum at døma væl fyri, og er hetta í samsvari við aðrar størri kanningar; sild (heystgýtandi) er í vøkstri, meðan lítið varð fingið av rossamakreli.
Les alla frágreiðingina her.
Kelda: Havstovan