Home Fólk & Samfelag Árni er borgari nummar 5000

Árni er borgari nummar 5000

by OML

Fyri fyrstu ferð í næstan 30 ár eru fleiri enn 5000 borgarar í Klaksvík, og fyrrapartin vitjaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri Árna Brandsson Petersen, sum er borgari nummar 5000.
Árni B. Petersen og konan Karla fluttu herfyri til Klaksvíkar at búgva og tá ið Árni varð skrásettur sum búsitandi í Klaksvíkar kommunu, kom fólkatalið upp á 5000 fyri fyrstu ferð í nógv ár. Í hesum sambandi var borgarstjórin á vitjan á Skála, har Árni arbeiðir, fyri at hátíðarhalda, at fólkatalið í Klaksvík endiliga er komið uppum 5000 aftur.

– Tað er stórsligið at kunna staðfesta, at vit nú eru fleiri enn 5000 borgarar í Klaksvík, tí tað merkir, at fólkatalið endiliga er aftur á tí støðinum, sum vit hava ynskt í so nógv ár, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Hann leggur dent á, at fólkavøkstur hevur havt stóra raðfesting í býráðnum seinastu mongu árini, og so eigur Norðoyatunnilin eisini sín lut í góðu gongdini. – Vit hava leingi virkað fyri fólkavøkstri, og seinastu tíðina hava vit ordiliga sæð, at hetta hevur kastað av sær og trivnaðurin er somuleiðis vorðin betri, tí fólkavøkstur merkir jú bæði menning og betri trivnað, so hetta er ein stórur dagur fyri Klaksvík. Árni er sjálvur eitt frálíkt dømi um, hvussu góðan mun Norðoyatunnilin eisini ger, tí hann býr jú í Klaksvík og arbeiðir á Skála, og tað ber so væl til í dag, sigur borgarstjórin.

Í 1988 var seinast hátíðarhildið, at tað vóru 5000 borgarar í Klaksvík, men í árunum frá 1988 til 2009 minkaði fólkatalið støðugt. Í 2010 varð so ein vakstrarætlan sett í verk fyri at skapa fólkavøkstur og síðan tá hevur gingið rætta vegin aftur. Og fyri fáum døgum síðan var so borgari nummar 5000 skrásettur í fólkayvirlitinum. Sjálvur visti Árni B. Petersen ikki av, at júst hansara tilflyting flutti fólkatalið í býnum upp á 5000.

– Eg havi búð bæði í Danmark og í Havn seinastu árini, ímeðan eg havi verið undir útbúgving, men í summar gjørdi konan og eg av at flyta til Klaksvíkar, og higartil er tað ein avgerð, sum vit eru sera glað fyri, sigur Árni. Hann er sjálvur glaður fyri at vera partur av vaksandi fólkatalinum í Klaksvík. – Tað er stuttligt at kunna flyta heim við konuni, og vónandi kunnu vit eisini seta børn til og harvið økja enn meira um fólkatalið í Klaksvík, so eg eri glaður fyri at vera partur av góðu gongdini, sigur Árni B. Petersen.

Borgarstjórin vitjaði Árna á arbeiðsplássinum á Skála í morgun og handaði honum ein málning, sum Edward Fuglø hevur málað til høvið.

Kelda: klaksvik.fo 09-09-2016

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.