Veteranbilar í Fuglafirði

0
647

Í góðveðrinum í dag vóru nógv tiltøk kring landið og vóru vit ein túr á motorsúkklu í Eysturoynni og vóru vit eisini í Fuglafirði til mentunardagarnar í har vóru.

IMG_3056

Her eru myndir frá 24.fo

IMG_3089

IMG_3084

Hetta skrivar Kommuna um dagarnar

Mentanardagar í Fuglafirði á 5. sinni

Mentanardaga í Fuglafirði við mongum og fjølbroyttum tiltøkum. Sum eina yvirskipaða yvirskrift fyri samlaðu skránna hava fyrireikararnir arbeitt við hugtakinum “tilfeingismentan”.

Her verður hugsað um mentanarliga samanspælið ímillum vinnu, vitan og mentan. List og fólkslig mentan hittir skúlaskap, vitan og gransking, saman við vinnu og framleiðslu. Hesir tríggir tættir eru óloysiligir partar av samleikanum hjá Fuglafirði, og tað endurspeglast aftur í Mentanardøgunum, sum eru fyrsta stig til at byggja enn fleiri brýr og samstørv millum hesi trý virkisøkini.

IMG_3072

Millum mest lokkandi tiltøkini í ár eru m.a. ein matmarknaður á torginum við Mentanarhúsið, har fyritøkur og einstaklingar koma at vísa fram, selja, og bjóða smakkiroyndir av framleiðsluni. Talan er bæði um stór ídnaðarvirki, smærri heimavirki og einstaklingar.

Onnur tiltøk eru m.a. konsert við Marius, svimjihyljarkonsert við Gretu Svabo Bech, Street Food við Leif Sørensen, ein hópur av tiltøkum í regnskjólagøtuni, sjónleikur, framsýningar, kjak, spennandi gestamarknaður í Ribarhúsi og mangt annað. Harumframt er Føroya størsta harmonikutreff samstundis sum Mentanardagarnir og tað setur sín tónleikaliga dám á býin og tiltøkini. Tiltøkini til Mentanardagarnar eru í ávísan mun ókeypis meðan harmonikutreffið krevur atgongumerki. Atgongumerki til treffið fáast á Kunningarstovuni telefon 238015.

IMG_3077

Eitt nýtt átak, sum ætlandi skal knýta bond millum vinnulív og listafólk verður avdúkað til sjálva setanina av mentanardøgunum.

Mentanardagarnir verða settir týskvøldið 30. august við setanartiltaki á Miðnámi á Kambsdali. Meira kann lesast um skrá og tiltøkini á mentan.info

Myndasavn frá túrinum hjá 24.fo til Eiðis – við Streymin og Fuglafjør – Veteranbilar Video undir myndasavninum:

Video

Veteranbilar-2016 from 24fo.net on Vimeo.

Myndasavn stórar myndir góður kvalitetur: