24.FO
Home Tíðindir Viðareiðistunnilin letur upp

Viðareiðistunnilin letur upp

Kelda & mynd LV

Fríggjadagin 2. september letur Viðareiðistunnilin upp alment. Tað verða Fía Sørensen og Jógvan Thomasen, millum elstu borgarar í ávikavist Hvannasundi og á Viðareiði, sum saman við Akseli V. Johannesen, løgmanni, Hendriki Old, landsstýrismanni í samferðslumálum, og stjóranum á Landsverki, Ewaldi Kjølbro, verða tey fyrstu at koyra ígjøgnum tunnilin.

SKRÁIN
Kl. 14.15
Bussar koyra frá Hotel Norð á Viðareiði til tunnilsmunnan hvannasundsmegin.

Kl. 14.45
Klaksvíkar Hornorkestur spælir.

Kl. 15.00
Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, bjóðar vælkomin.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, flytir fram røðu.
Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sker snórin.

Síðani fer bilafylgið ígjøgnum tunnilin, nøkur ellisakfør, Rynkeby súkklur, rennarar frá rennifelagnum Treysti úr Klaksvík og seinast fólk, ið ynskja at ganga ígjøgnum tunnilin. Øll eru vælkomin at renna og ganga við.

Kl. 16-18
Alment hátiðarhald á Hotel Norð á Viðareiði, har borgarstjórin í Viðareiðis kommunu, Hans Jákup Kallsberg, bjóðar vælkomin. Borðreitt verður við kaffi, té, kransakøku, tunnilskøku og øðrum góðum. Danny & the Veetos spæla í teltinum uttan fyri hotellið.

Aftaná almenna hátíðarhaldið ber til at keypa sær tunnilsbúff v/undirhaldi á Hotel Norð. Robert Mc. Birnie og Hilmar Jan Hansen undirhalda. Seinni verður tunnilsdansur við Signari í Homrum. Tey, ið hava áhuga í tiltakinum á Hotel Norð kunnu tekna seg til døgurðan og dansin við at ringja til Hotel Norð tel. 451 244.

- Advertisment -

Most Popular

Námsfrøðingar

Vit søkja eftir 3 námsfrøðingum at byrja 10.august 2020, ávíkavist 1 námsfrøðing á 40 tímar um vikuna (møguleiki fyri niðursetta tíð) 1 námsfrøðing á 30 tímar...

Politiet standser efterforskningen af mulig skattesvig i PF Betri

Færøernes Politi standser efterforskningen af mulig skattesvig i P/F Betri (tidligere EIK Banki) Færøernes Politi har i dag besluttet at standse efterforskningen i sagen mod...

Takið uppsøgnirnar aftur:

Eru einar Koronafríar Føroyar ikki ein góð søluvøra? Mæli til, at uppsagnirnar av øllum fólkum hjá AA og FAE verða trektar aftur beinanvegin. Og at...

Ferðslan á sama støði aftur

Síðani løgmaður setti samfelagið upp í ferð aftur fyri góðum mánaði síðani, er ferðslan spakuliga vaksin aftur, men tað var ikki fyrr enn í...

Seneste kommentarer