NÓGV FERÐSLA Á FLOGVØLLINUM

Frá 1. august til 15. august hevur verið ein vøksur uppá 7,1 % í mun til fyrstu 15 august dagarnar í 2015. Tað merkir, at gott 1300 fólk fleiri hava ferðast fyrstu 15 dagarar í august í mun til somu tíð síðsta ár.

Harumframt, so hava fleiri forkunnugar vitjanir verið, nøkur størri privat flogfør hava vitjað flogvøllin og Føroyar.

”Talið av smærri privatum flogførum er vaksandi, og tað setur met aftur í ár. Hetta eru ferðafólk sum leggja hópin av pengum eftirsær og tískil eitt kærkomi íkast til flogvøllin og ferðavinnuna”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.