24.FO
Home Tíðindir Kanningarúrslit og strategi fyri framtíðarvirksemið hjá NBH

Kanningarúrslit og strategi fyri framtíðarvirksemið hjá NBH

Tá eldraøkið varð flutt kommunum at umsita tann 1. januar 2015, avgjørdi Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) ikki at gera stórar broytingar á økinum beinanvegin. Stýrið setti sær hinvegin fyri at nýta fyrstu tíðina til umfatandi og nágreinligar kanningar av eldraøkinum, so haldgott grundarlag fekst fyri at leggja eina strategi fyri framtíðarvirksemið hjá NBH.

Kanningararbeiðið byrjaði við dialogfundum, har viðskiftafólk, avvarðandi, starvsfólk og aðrir fakbólkar, ið samstarvað verður við, fingu høvi at siga sína hugsan um verandi tænastur, og hvussu hesar kunnu skipast betur í framtíðini. Ynski um størri fleksibilitet í tænastunum var ein reyður tráður í dialogfundunum, sum Suni Poulsen, sálarfrøðingur, stóð fyri.

Greiningarfyritøkan Lóður skipaði síðani eina umfatandi spurnarkanning um nøgdsemi, har tey viðskiftafólkini, ið kunnu svara fyri seg, ein avvarðandi umboðandi hvørt viðskiftafólk og øll starvsfólk vórðu spurd.

Stýrisformaðurin, Jógvan Skorheim, hevur saman við Marnu Ellingsgaard Jensen, leiðara fyri NBH og Hera á Rógvu, frá Lóðri, verið á øllum eindunum í NBH og lagt kanningarúrslitini fram fyri starvsfólkunum, har tey fingu høvi at gera gjøllari viðmerkingar til kanningarúrslitini.

Kanningarnar avdúkaðu nøkur felags virðir, sum hava týdning fyri viðskiftafólk, avvarðandi og starvsfólk. Hesi eru:

-Nærvera
-Fleksibilitetur
-Álit, heldur enn eftirlit

Hesi virðini eru somuleiðis grundarlagið undir visjónini, sum er orðað fyri NBH:

NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.

NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.

Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Við støði í dialogfundunum, nøgdsemiskanningini og kunningarfundunum samtykti Stýrið fyri NBH tann 9. juni 2016 eina strategi fyri framtíðarvirksemið hjá NBH. Umframt at kunna starvsfólkini í NBH um strategiina, varð eisini skipað fyri almennum kunningarfundi í Miðhøllin á Skúlatrøð tann 5. juli 2016, har greitt varð frá kanningarúrslitunum, og stýrisformaðurin legði nýggju strategiina fram.
Tað ber til at síggja kunningarfundin tann 5. juli 2016 her.
Fleiri myndir
 Úrslitið av nøgdsemiskanningini sæst her.

 

 

17-08-2016
- Advertisment -

Most Popular

Útleigan av matstovu- og handilshølum við Biskupstorg

Veghæddin í bygninginum við Biskupstorg, við tilhoyrandi goymsluhølum í undirhæddini, sum liggur í hjartanum av nýggja miðbýnum í Klaksvík, verður við hesum bjóðað út...

EITT NÝTT BÚTILBOÐ FYRI UNG VERÐUR STAÐSETT Í KLAKSVÍK

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fegnast um góða samstarvið millum Almannamálaráðið, Almannaverkið og Klaksvíkar kommunu, ið samstarva um at lata upp...

Víðka um landstreymin á vestaru bryggju

Á Vestaru bryggju er nógv virksemi. Men hóast skip dagliga stevna út og inn, er minni at hoyra til skipini. Landstreymur frá Tórshavnar havn...

Jenis av Rana á fundi við uttanríkisráðharra Íslands

1 juli hevði Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, fund við Guðlaugur Thór Thórdarson, uttanríkisráðharra Íslands, í Snæfellsnesi.   Á fundinum umrøddu ráðharrarnir, hvussu...

Seneste kommentarer