Fyrispurningur til Havstovuna

0
564
Absalon í Buð - Mynd 24.fo

Føroya Banki, hevur altíð,fiskað hevur verið har. Givið ógvuliga ójavna úrtøku, serliga til tosk.

   Í sjeytiárunum okkur árið 5000 tons okkurt 1000 tons. Síðst í áttatiárunum 3-4000 tons. Fyrst í nítiárunum komu vit heilt niður á ca. 500 tons. Seinast í nítiárunum
   vóru vit uppi aftur á 3-4000 tonsum.2003-04 uppi á 4-5000 tonsum. 2008 , millum 500-1000 tons.
   Tá kravdi havfrøðin total friðing. Lovaðu sbr. útsøgn frá fleiri. 2 ár friðing, so skal Bankin opnast aftur “top tunaður”. Burðadyggur, til at geva stórst avkast??
    8 ár seinni gav Føroya Banki –   381 kg. av toski.
     Tí hesin spurningur:
    Um vit 1.sep 2016 – Total friðað Føroyska landgrunnin fyri toska og hýsu fiskiskap.
     Hvussu nógvar dagar, mánar,ár – skal friðingin vara, til hesir stovnar eru aftur í “top”???
     So aftur kann fiskast burðadygt við stórsta avkasti???
     Vóni svari kann fyriliggja skjótt.
    So tey 16,5 – 17, á okkara høga tingi – íð hava svorið hildareið, til okkara ráðgeving frá havfrøðini. Kunnu taka eina so samvitsku rætta avgerð. íð gevur teimum frið í sinnið
                                                                                                                    Vinarliga
                                                                                                            Absalon í Buð