Home VinnutíðindiFiskivinna Løgtingið tekur (kanska) avgerð á skeivum grundarlag

Løgtingið tekur (kanska) avgerð á skeivum grundarlag

by OML

Tað er ógreitt, hvat faktuella grundarlagið í tilmælinum frá Havstovuni fevnir um. Hetta skrivar Oli Jacobsen.

Í einari kronikk frá 12. juni 2007 hugleiðir fólkatingsins umboðsmaður Hans Gammeltoft-Hansen um hugtakið “Distinguendum est”, “her bør sondres”. Hann skrivar:  Et gammelt manuduktør-slogan går ud på, at ’h.g.a.s.’ er den sørgeligste gravskrift for en jurist − “han glemte at sondre!”.

Spurn­ing­urin er, um tað at “skilmarka” ikki er eins umráðandi fyri allar fakpersónar á øllum fak­umráðum – og ikki minst fyri lógarsmiðir og teir, sum ráðgeva lógarsmiðum.

Havstovan:

Lógin um vinnuligan fiskiskap § 22, stk. 2 “Á hvørjum ári fyri 15. juni skal Havstovan lata lands­stýrismanninum stovns­metingar, tilmæli um fiskidagar komandi fiskiárið og hvussu fiski­skap­urin skal skipast tað komandi fiskiárið. Broytingar í fiskidagatalinum skulu m.a. vera grundaðar á metingar um, hvat fiski­dagatal fyri hvønn høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt.”

Fakta um tilmæli

Ein partur av tí toskinum, sum bólkarnir veiða (serliga bólkur 3 og 4T) er veiddur á Íslands­rygg­inum. Tað framgongur ikki av tilmælinum frá Havstovuni, um ryggja-toskur verður roknaður, sum partur av toskastovninum á landgrunninum. Sambært talvunum á s. 9 í tilmælinum er hettar neyvan so.

Havstovan skilir millum fiskidagar á innaru og ytru leið (talva 1 og 3, s. 8), men tað framgongur ikki, hvussu nógvir av hesum døgum á ytru leið eru nýttir á rygginum, og um ella hvussu henda veiða verður knýtt at stovnum á landgrunninum. Vit vita tað ikki, tí tað framgongur ikki av tilmæl­in­um.

Fiskiárið 2014/15 veiddi bólkur 3 og 4 T sambært VØRN-hagtølum ávikavist 2.017 og 1.021 tons av samlaðu toskaveiðuni í føroyskum sjógvi, sum var 6.811 tons. Hetta svaraði til, at bólkarnir 3 og 4T fiskaðu ávikavist 30 og 15  % av skrásettu toskaveiðuni í føroyskum sjógvi.

Vit vita ikki – tí tað framgongur ikki – hvussu nógv hvør bólkur fiskaði á Ryggjunum og hvussu hettar inngongur í uppgerðina hjá VØRN og tískil – (møguliga) sum partur av grundarlagnum fyri lívfrøðiliga tilmælinum, sum Havstovan sambært § 22, stk. 2 letur landsstýrismanninum.

 

Tilmælið: brotstykkir úr tilmælinum

Í lívfrøðiliga tilmælinum frá Havstovani framgongur, at bólkur 2 sum tann einasti í fiskidagaskipani ikki eigur at verða skerdur: Grundgevingarnar sambært tilmælinum eru:

”Fyri bólk 2 (trolarar), ið serliga fiska upsa, eigur tað tillutaða dagatalið at vera ájavnt teir tillutaðu dagarnar í fiskiárinum 2015/2016.

Viðmerking: Bólkur 2 fiskar mest upsa, og veiðutrýstið hevur í mong ár verið í hægra lagi (Mynd 1-4). Í farna ári kom veiðutrýstið tó stutt niður um langtíðarmálið.”

Fakta um bólk 2

Bólkur 2 var upprunaliga bólkurin partrolarar, men bleiv um.l. 2010 samanlagdur við upprunabólki 1 (lemmatrolarar og dúpvatnstrolarar).

Vit vita ikki við vissu, hvussu nógv hesin bólkur fiskar av tí, sum burturav kann roknast sum før­oysk­ir botnfiskastovnar, av tí at hetta ikki framgongur av tilmælinum frá Havstovuni. Men vit kunnu staðfesta, at sambært hagtølum hjá VØRN, so fiskaði hesin bólkur

”17 % av toskinum, 11% av hýsuni, 96 % av upsanum, 92 % av kongafiskinum, 44% av longuni, 16 % av brosmuni, 80 % av blálonguni, 58 % av hvítinginum, 36 % av havtaskuni, 76 % av svart­kalvanum, 100 % av langasporlinum, stinglaksinum og gulllaksinum, 42 % av hvítkalvanum umframt 63 % av tí, sum er flokkað sum annað.”

Viðmerking hjá Havstovuni: Bólkur 2 fiskar mest upsa, og veiðutrýstið hevur í mong ár verið í hægra lagi (Mynd 1-4). Í farna ári kom veiðutrýstið tó stutt niður um langtíðarmálið.

Tað framgongur ikki av tilmælinum, at bólkur 2 fiskar 79 % av tí sum fiskað verður í fiskidaga-skipanini, at upsin bert er umleið 40 % av samlaðu veiðini hjá hesum bólki, at bólkurin skrásett hevur fiskað 17 % av toskastovninum, men kansa, kanska ikki nógv meir grunda systemfeilir, í samband við skráseting av veiðu á landgrunninum/Íslandsryggjinum.

Hvussu grundgevur Havstovnan fyri, at tilmælið er í samsvari við ásetingina: ”Broytingar í fiski­daga­talinum skulu m.a. vera grundaðar á metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvønn høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt.”

Er talan um eitt fakliga væl frágingið tilmæli, sum sakliga og samvitskufult greinar øll viðurskifti í einum lívfrøðiligum perspektivi og í samsvari við tað sum endamálið við tilmælinum er og eigur at vera? Ella er talan um h.g.a.sí samband við Havstovuna í hesum føri?

Serkunnleikin í Fiskimálaráðnum

Í 1996 var ein dómur feldur í Føroya Rætti í einum rættararmáli millum Felagið línuskip og Fiski-mála­ráðið. Dómurin fall út til frama fyri felagið Línuskip, og endurgjaldið frá myndugleikanum var uml. 5.000.000 kr.

Ósemjan snúði seg í stuttum um, at løgtingi í 1995 í ótíð hækkaði toskakvotuna í føroyskum sjógvi. Fyrisitingin í Fiskimálaráðnum átók sær leiklutin at fordeila hesa kvotu millum høvuðsbólkarnar í lóg­ini, bólkarnar 1-5 (§ 28).

Dómurin staðfesti, at hesa rolluna hevði fyrisitingarmyndugleikin ikki, tí heimild var ikki fyri tí í lóg­ini.

Fiskirættindi kvotur/tons vekslaði til fiskirættindi fiskidagar

Í 1996 vekslaði løgtingið fiskirættindini ”kvotur/tons” um til fiskirættindini ”fiskidagar”. Í við­merk­ingunum til hesa broyting varð beinleiðis framført Lt. 1995, s. 521:

Fiskidagar verða ásettir ístaðin fyri kvotur til allar bólkar uttan lemmatrolarar (bólk 1) og serloyvisbólkar sum fáa hjáveiðupart. Veiðflotin verður samansettur sum higartil og bólkarnair varðveita sama procentpart av tilfeinginum á landleiðunum sum higartil.”

Lógin við loyvum og rættindum er sett at fara úr gildi pr. 01.01. 2018

Lemmatrolarar og djúpvatnstrolarar eru samanlagdir við bólk 2 og nú hevur fyrisitingin í Fiskimála-ráðnum smíðað eitt uppskot til løgtingið at taka støðu til grundað á eitt tilmæli frá Havstovuni, sum kanska – kanska ikki – byggir á faktuelt skeivar fyritreytir. Eingin sum eg havi spurt (herundir Vinnunevndarlimir) veit og tað framgongur ikki av tilmælinum.

Lógaruppskotið, sum fer til aðru viðgerð í løgtinginum í dag, ikki bert forskjýtur atgongdini til tilfeingið millum bólkar í somu skipan. Tað er próvfast, at tað beinleiðis flytur rættindir frá einum felagið til annað felag innanfyri sama bólk eins og tað viðførur haraftrat fleiri ótilætl­aðar rættindaforskjótingar millum feløg í sama bólki.

Lógaruppskotið er kanska – ella kanska ikki – lóggeving við afturvirkandi kraft, men lógaruppskoti kann í øllum førum síðustillast við lógeving við afturvirkandi kraft: rættindahavararnir verða revsaðir fyri atburð í fortíðini, uttan at teir tá vóru vitandi um hesa fyri mangar djúptøknu, negativu ávirkan á teirra vinnufortreytir í framtíðini.

Í viðmerkingunum til upprunaliga  kvotapartar, sum løgtingið í 1996 vekslaði um til fiskidagar, varð sagt (Lt. 1993, s. 391), citat:

Felags kvotaparturin er søguligi rætturin, ávísir bólkur av fiskiførum hevur vunnið sær. Hann sigur, hvussu stóran procentpart bólkur hevur í ávísum fiskastovni. Hann er óbroyttur ár undan ári og verður nýttur til at rokna út felags árskvotuna. Felags árskvota er felags kvotaparturin umroknaður til tons í hvørjum fiskistovni og kann tí broytast um heildarkvotan [talið av samlaðum fiskidøgum] broytist.

Egin kvotapartur er søguligi rætturin, sum ognari av fiskifari hevur vunnið sær við ávísum fiskifari. Hann sigur hvussu storan procentpart ávísur rættindahavari hevur í ávísum fiskastovni. Hann er óbroyttur tey 20 árini koncessiónin gongur og verður nýttur til at rokna út egnu árskvotuna”.

Nær og hvar í lógini fekk landstýrismaðurin í fiskivinnumálum– og uttan mun til grundgevingar – heimildir at broyta felags kvotapartin (fiskidagarnar) hjá bólkum í fiskidagaskipanini sínamillum, og nær og hvar í lógini fekk landsstýrismaðurin heimild at gera seg inn á konsessiónir, egna kvotapartin (egnar fiskidagar), hjá feløgum í sama bólki sínamillum?

Er talan um eitt fakliga væl frágingið lógaruppskot, har serkunnleikanum í Fiskimálaráðnum hevur hildið sær fyri eygað endamáli við ásetingini í § 22 og sakliga og samvitskufult grundað sítt tilmæli á hesi viðurskifti innanfyri verandi karmar í lóg og uttan at gera seg inn á rættindabygnaðin í lógini? Ella er talan um, at Havstovan og fyrisitingin í Fiskimálaráðnum í hesum føri hevur gjørt mest grundleggjandi mistakið av øllum, h.g.a.s-mistakið?

Er løgtingið fult upplýst í hesum máli?

Argir 15. aug. 2016

Óli Jacobsen

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.