Home Fólk & Samfelag Vælkomin á Sjómannadagar

Vælkomin á Sjómannadagar

by OML

So vóru teir endiliga aftur her – Sjómannadagarnir, har vit heiðra sjóvinnuni og sjónum yvirhøvur.

Aftur í ár er skráin fylt við góðum og áhugaverdum tiltøkum, sum kunnu savna føroyingar í øllum aldri. Fyrilestrar, framsýningar og kjaktiltøk, har vit kunnu læra og skifta orð um lívið á og í sjónum, eru á skránni hvørt kvøld alla vikuna. Leggja vit hetta saman við afturvendandi fiskikappingina og stóra vatnkríggið, har børn og barnsligar sálir liva seg inn í fjølbroytta sjólívið, so standa vit samanlagt við einum rimmar familjutiltaki, sum vit øll kunnu taka lut í.

Sjómannadagstiltakið, sum nú verður hildið 12. árið á rað, hevur ígjøgnum tíðina ment seg størri og meira fjølbroytt. Ígjøgnum alla vikuna fáa vit høvið at heiðra sjóvinnuni, sum í allar tíðir hevur havt so ómetaliga stóran týdning fyri okkara samfelag, og við tíðini eru eisini tiltøk av stórum søguligum týdningi, eitt nú fyrilestrar og filmur um Klaksvík undir krígnum, vorðin partur av skránni. Hetta vísir enn einaferð, at fyriskipararnir seta hugflog og samspæl í hásæti, tá ið skráin fyri Føroya Sjómannadag verður løgd til rættis.

Okkum dáma væl at kalla Klaksvík fyri føroyska fiskivinnuhøvuðsstaðin, og Klaksvík hevur framvegis stóran týdning fyri okkara høvuðsvinnu. Men fiskivinnan hevur somuleiðis stóran týdning fyri Klaksvík, og Sjómannadagarnir geva okkum eitt frálíkt høvi at vísa vinnuni ta virðing, sum hon eigur uppiborið.

Sjómannadagarnir eru somuleiðis ein virðiligur endabrestur, tá ið tað snýr seg um summartiltøk í Klaksvík. Hvørt ár kunnu vit fegnast um eldhugaðar fyriskiparar og vælupplagdar gestir, sum gera bæði tiltøkini og Klaksvík verd at uppliva og gleða seg til. Tað eiga bæði fyriskiparar og gestir hjartans takk fyri. Eg gleði meg í øllum førum.

Vælkomin til Klaksvíkar á Føroya Sjómannadag.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

 

 

12-08-2016

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.