Lønirnar standa í stað – Er gull festin steðga ? spyr 24.fo

Skriva hevur: Hagstova Føroya » 12. august 2016

0
484

Í juli vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 703 milliónir kr. Hetta er áleið tað sama sum undanfarnu átta mánaðir. Lønirnar vuksu nógv í bæði 2014 og 2015, men síðan november í fjør hava lønirnar sveiggjað um 700 milliónir mánaðarliga. Langtíðargongdin, trendurin, vísir eisini, at vøksturin hevur lagt seg, og nú er gongdin nærum fløt.

Byggivinnan ber vøksturin

Verður hugt eftir trendinum í høvuðsvinnubólkum, sæst, at fiski- og alivinnan hava havt afturgongd seinastu fýra mánaðirnar. Hetta, saman við at privatu tænastuvinnurnar ikki longur hava vøkstur, ger, at lønirnar standa í stað í løtuni. Almennu tænastuvinnurnar hava ein javnan vøkstur yvir eitt langt tíðarskeið og leggja botnin, so tað er bert stóri vøksturin í byggivinnuni, sum beint nú ber vøksturin. Byggivinnan er minst av teim fýra høvuðsvinnugreinunum og megnar tí ikki einsamøll at skapa stóran samlaðan vøkstur.

Skal størri vøkstur verða í seinna hálvárið av 2016, er tí neyðugt, at fiski- og alivinnan aftur fara at vaksa, og at privatu tænastuvinnurnar koma úr lágvøkstrinum.

TrónduríGøtu

Fiskivinnan framvegis størsta vøksturin

Meðan indexið yvir trend á høvuðsvinnugreinar vísir pulsin, so ber eisini til at samanbera árið higartil við sama tíðarskeið árini frammanundan. Hendan samanbering er við útgoldnum lønum og er ikki árstíðarjavnað.

Higartil í ár eru lønirnar 4.837 milliónir, 295 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin er 6,5%. Framgongdin hevur í ár verið væl yvir 7%, men nú lønirnar í juli eru lagdar aftrat er hetta minkað niður í 6,5%. Hetta er framvegis stórur vøkstur, samanborið við onnur ár.

Stóra framgongdin, sum var í fiskivinnuni í vár, ger, at fiski- og alivinnan hava størstu framgongd higartil í ár. Higartil í ár hava lønirnar í fiski- og alivinnuni verið 996 milliónir, 102 fleiri enn í fjør. Framgongdin er 11,4%

Byggivinnan hevur eisini trivaliga framgongd. Higartil í ár eru 8,3% meira útgoldið. Framgongdin var tó størri bæði í 2014 og 2015.

Tænastuvinnurnar, bæði tær privatu og almennu, hava eina framgongd millum 4,4% og 5,0%. Tænastuvinnurnar hava eina væl róligari gongd enn framleiðsluvinnurnar, og broytingarnar frá ár til ár eru javnari.

Lønirnar skipaðar í vinnugreinar vísa, at higartil í ár er meira útgoldið í øllum vinnugreinum uttan í ráevnisvinnuni.

Sjálvt um flestu vinnugreinar hava framgongd, so stavar stórur partur av teimum 295 milliónirnar, sum eru meira útgoldnar í ár, serliga frá fiskiskapi, almennum tænastum og byggivinnuni. Aðrar vinnugreinar hava eisini havt stóran prosentvøkstur, m.a. ali- og kryvjiviriki, sum hava goldið 19 milliónir meira út í ár í mun til í fjør, og vinnuligar tænastur, har 22 milliónir meira er goldið út í ár.

Orsøkin til at ta almenna verður nevnt undir einum er, at í ár eru broytingarnar í lønunum millum kommunur/ríkið og heilsu- og almannaverk merktar av, at uppgávur innan eldraøkið eru fluttar frá landi til kommunur.

Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum.

Stutt um árstíðarjavning og trendin

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.