Home VinnutíðindiFiskivinna Fiskivinnan hjá Høgna ein gávubúð og ein eirindalig jagstran av húkaflotanum

Fiskivinnan hjá Høgna ein gávubúð og ein eirindalig jagstran av húkaflotanum

by OML

Fiskivinnupolitikkurin farin heilt av kós, meðan samfelagið ikki tolir at útróðrarmenn og línumenn eru í vinnu við Føroyar. Er ein makrelstuðulsvinna gott latín hjá teimum ráðandi. Samstundis sum feløg í húkaflotanum skulu skerjast sleppur trolaraflotin bólkur 2 at fiska ótarna samstundis sum tey feløg í eiga hesar bátar hava fingið ein makrelstúðul uppá heilar 500 milliónir krónir seinastu 5 árini.

 

Av samlaðu veiðuni av botnfiskið undir Føroyum fiska útróðrarbátar og línuskip einans 10.000 til 12.000 tons av tosk og hýsu.  Útlendsk skip fiska eini 5.000 tons av botnfiskið og trolarar fiska útvið 2.000 tons av tosk og hýsu undir Føroyum.

Løgtingið má tola at tað verða brúktir 7.000 fiskidagar hjá Húkaflotanum

Løgtingið má tola at útróðrarbátar og línuskip fiska tilsamans eini 10.000 til 12.000 tons um árið av toski og hýsu. Um hetta ikki letur seg gera, so er neyðugt at landið yvirtekur rakstur hjá hesum feløgum.

Luft í skipanini

Tað sær út til at fólk nú als ikki vita hvat tey tosa um. Tosa verður um luft í skipanini.

Tá tey fáu skip og bátar í eru í vinnu, ikki kunnu verða í vinnu tí tey eru so nógv skerd í døgum og økisfriðingum, so nyttar ikki at tosa um óbrúktar dagar hjá øðrum feløgum / bátum og tosa um luft í skipanini. Vit sum eru í vinnu eiga ikki hesar dagar. Vit hava heldur ikki møguleika at leiga ella lána dagar frá hesum feløgum orsaka av 60% regluni.

Latið okkum fáa frí at arbeiða

Tit tosa um at fáa fólk inn í vinnuna, men teir sum eg tosi við í vinnuni spyrja hvussu í helviti vit sleppa úr vinnuni uttan at fara konkurs.

Eingi skip í vinnu í okkara høvuðsvinnu eingin fiskur uppá land so einfalt er tað.

Tit hava ein søguliga møguleika at forkoma allari húkaveiðu við Føroyar og sum eg havi víst á, so eru tað seinastu árini farin eini 1.800 fólk úr flaka og fiskivinnuni orsaka at vit eru við at gevast at royna eftir botnfiskið undir Føroyum.

Eg vónið at tit duga at lesa. Tá man gevist at fiska, so sigur tað seg sjálvt, at eingin fiskur kemur uppá land og ein heil vinnugrein fer fyri bakka. Greinin verður dagførd 

talvur-fiskidagar-veiða-dagf12-08-2016

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.