29.3 C
Munich
lørdag, juni 19, 2021

Ótolandi karmar í Fiskivinnuni – Góðtaka ikki fiskidaga-kioskina hjá sitandi samgongu

Felagið Línuskip

Must read

Tá ið Føroyar fyri nøkrum árum síðani lógu í makrelstríði við EU og grannalondini, so mistu norsku línuskipini sínar møguleikar at fiska við Føroyar. Tað gav teimum føroysku línuskipunum betri rúm at fiska í okkara egna sjógvi fram til og við 2013.

Í 2014 fingu norsku línuskipini aftur botnfiskakvotu við Føroyar, og hendan er hækkað síðani.

Í 2016 hækkaði botnfiskakvotan hjá norskum línuskipum við 100 tonsum soleiðis, at tey nú kunnu fiska meira enn 5.000 tons ella á leið 40-50% av nøgdini, sum línuskipini í bólki 3 annars fiska eitt vanligt ár undir Føroyum.

Í staðin fyri at vinna føroyskum línuskipum rættindi fyri hesi mistu tonsini til norsku línuskipini, so ætlar núverandi samgonga í staðin at taka 30% av veiðugrundarlagum frá teimum føroysku línuskipunum. Tað er bert eitt eiti, tá ætlanin er at býta ein viðfáning útaftur eftir einum tilvildarligum og afturvirkandi lykli, ið bert fá duga at brúka og rokna eftir. Tí hetta er byrjanin til fiskidaga-kioskina hjá sitandi samgongu – tá ið fiskimenn skulu gjalda fyri at fara til arbeiðis. Hýruprosentið hjá línuskipum er í dag uml. 55%. Við kvotakeypi uttan frádrátt av óbýttum verður hýruprosentið so mikið høgt, at skipini koma at liggja. Tí taka vit ikki undir við kiosk-eksperimentinum.

Vit átala ætlaða niðurskurð av fiskidagatalinum og vísa á, at skipatalið í bólki 3 longu nú er minkað við uml. 50% eftir bert 10 árum. Tíðin er komin at venda gongdini við at gera tryggar langtíðarkarmar heldur enn at gera teir verri enn áður.

Felagið Línuskip

- Advertisement -spot_img

More articles

- Advertisement -spot_img

Latest article

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.