Home Vinnutíðindi Fiskivinna Methøgt tal av nebbasildayngli síðani 1974

Methøgt tal av nebbasildayngli síðani 1974

Yngul- og ætikanningarnar hjá Havstovuni í 2016 eru nú loknar.

Færri sløg av fiskayngli vórðu veidd á Landgrunninum enn vanligt, men væl var til av teimum flestu sløgunum; meira var m.a. av toska- og hýsuyngli enn tað hevur verið í fleiri ár og nøgdirnar vóru beint yvir miðal. Nevnast skal, at ongantíð síðani tað í 1974 varð farið undir tær fyrstu yngulkanningarnar, hevur so nógv verið at fingið av nebbasild sum í ár.

Sjóvarhitin á Landgrunninum í ár var um miðal hesi seinnu árini. Gróðurin á Landgrunninum var nakað undir miðal. Lítið var av djóraæti, men viðvíkjandi sløgunum av djóraæti er ein broyting hend, ið allarhelst er til tað betra. Tann stóra yvirvágin av slagnum Temora longicornis, sum hevur verið á Landgrunninum síðani 2010, er nú minkað munandi í ár; hetta slagið tykist at hava lítið føðsluvirði fyri fiskayngul. Í staðin er eitt annað slag, ið nevnist Acartia, aftur vaksið í tali; hetta slagið er góð føði hjá fiskayngli.

Hetta er annað árið á rað við nøktandi nøgdum av toska- og hýsuyngli á Føroyabanka, eftir eitt sera soltið tíðarskeið upp á 9-10 ár. Samanborið við í fjør var tó nakað minni av fiskayngli á Bankanum, og var hann yvirhøvur smáttfallandi. Á Føroyabanka var sjógvurin sum vanligt um 1 hitastig heitari enn á Landgrunninum. Væl var av plantuæti, meðan nøgdin av djóræti ikki var av tí mesta; sløgini av djóraætinum vóru góð føði hjá fiskayngli.

Yngul- og ætikanningar eru afturvendandi kanningar, sum hava til endamáls at kanna ta pelagisku vistfrøðina undir Føroyum á sumri, t.e. hita, salt, tøðsølt, gróður, djóraæti og fiskayngul. Við støði í hesum fæst ein fatan av liviumstøðum og útlitum hjá eitt nú fiski og sjófugli.

Frágreiðing um túrin sæst við at trýsta her.

Havstovan 11 juli 2016

Makrel-Nebbasild-Líraberg

Nebbasild í makreli hjá útróðrarbátinum MB LÍRABERG

 

- Advertisment -

Most Popular

Takið uppsøgnirnar aftur:

Eru einar Koronafríar Føroyar ikki ein góð søluvøra? Mæli til, at uppsagnirnar av øllum fólkum hjá AA og FAE verða trektar aftur beinanvegin. Og at...

Ferðslan á sama støði aftur

Síðani løgmaður setti samfelagið upp í ferð aftur fyri góðum mánaði síðani, er ferðslan spakuliga vaksin aftur, men tað var ikki fyrr enn í...

31. mai Altjóða roykfríur dagur

Í sambandi við Altjóða roykfría dagin, sum er 31. mai, vilja vit varpa ljós á okkara SMS-skipan "Kom og legg av". Fólkaheilsuráðið Filmur Í sambandi við Altjóða...

Ferðavinnufyritøkur kunnu fáa stuðul

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, fer nú í Løgtingið við einum hjálparpakka til ferðavinnuna.   Samstundis er greitt, at tann 15. juni ber aftur til at...

Seneste kommentarer