1000 tons av asfalti til Skopunar

0
475

Seinastu vikuna eru 1000 tons av asfalti flutt út á Sandoynna í samband við at fleiri vegir eru asfalteraðir í Skopun. Entreprenørfelagið Kreton hevur staðið fyri arbeiðinum fyri Skopunar kommunu, og eftir bert eina viku er arbeiðið liðugt.

Fraktskipið Tinganes varð leigað til at sigla stóru mongdina av asfalti út til Sandoynna, tí tað hevði verið trupult við verandi farleið at koyrt so nógv asfalt út til oynna.

– Hetta var ein stór og spennandi uppgáva við stórum fíggjarligum vága, tí so nógv asfalt skuldi keypast í einum, sigur Eyðun Magnussen, stjóri í Kreton. Men vit hava arbeitt dag og nátt, og arbeiðið hevur gingið stak væl.

Nýasfalteraðu vegirnir eru ikki asfalteraðir í 20 ár, so tørvurin á nýgerð var stórur.

– Arbeiðið hevur gingið bæði skjótt og væl, sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun. Tað tók ikki meira enn eina viku at gera fleiri vegir í bygdini, so vit eru væl nøgd við samstarvið við Kreton.

Eftir summarferiuna skal Kreton aftur til Skopunar at asfaltera vegin oman til ellisheimið og innkoyringina til bygdina.