Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss og Árni Ellefsen, formaður fyri felagið føroysku peningastovnar, hava ídag staðfest og undirritað avtalu um Talgilda Samleikan. Peningastovnarnir rinda 9 mió. kr. til menning av Talgilda Samleikanum og 2 mió. kr. í árligum rakstri. Talgildi Samleikin verður eftir ætlan tikin í nýtslu 1. januar 2018.
“Talgildu Føroyar fer at gera gerandisdagin lættari hjá fólki og vinnu í Føroyum, og fer at lata upp fyri nýggjum og betri tænastum. Týðandi partur av ætlanini er, at geva øllum í Føroyum ein talgildan samleika. Fegnist um, at eisini peningastovnarnir vilja stuðla hesi ætlan, og at vit nú eru komin so langt áleiðis, at arbeiðið at gera føroyska talgilda samleikan verður boðið út á Keypsportalinum í heyst.” sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna.
“Fyri okkum peningastovnar fer verkætlanin Talgildu Føroyar millum annað at merkja talgilt samskifti við tinglýsingina og tað hevur ein stóran fyrimun fyri okkum. Vit stuðla einari felags loysn um talgildan samleika, sum er ein fortreyt fyri einum Talgildum Føroyum” sigur Árni Ellefsen, formaður fyri Felagið Føroyskir Peningastovnar.
Talgildi Samleikin merkir, at allir føroyingar og føroyskar fyritøkur v.m. fáa eitt talgilt samleikaprógv. Tað verður tá møguligt hjá tær at vátta tín samleika talgilt og at undirskriva løgfrøðilig bindandi skjøl talgilt. Til dømis avtalur og skeyti. Yvir tíð er ætlanin, at tú kanst nýta ein og sama ”lykil” til allar almennar og privatar talgildar tænastur í Føroyum, og tú fært atgongd til allar talgildar tænastur umvegis tín egna portal.
Talgildi samleikin er ein týðandi partur av at Talgilda Føroyar, sum hevur verið í gongd síðani 2015. Talan er um eina stórfingna verkætlan, ið kemur at gagna øllum samfelagnum. Landið fíggjar størsta partin av verkætlanini, men ætlanin er at eisini at eitt nú kommunur og privat feløg eru við í fíggingini. Samanlagt væntast verkætlanin at kosta millum 130 og 150 mió. kr. komandi 5 árini.
Avtalan, ið varð undirritað í dag, er fyrsta avtalan við privatar partar um fígging av verkætlanini Talgildu Føroyar.
Tú kanst lesa meira um Talgildan Samleikan her