Sambært søluni eru ongantíð áður so mong atgongumerki seld hóskvøld á G!, og framførslurnar boða frá fleiri góðum døgum.
Fyrsta føroyska høvuðsnavnið, Konni Kass, syrgdi fyri einum fullsettum vølli frammanfyri pallinum á Spæliplássinum, innan donsku Phlake, sum nú runga á Sandinum og eru fyrsta høvuðsnavnið har, halda lív í góða festivalhýrinum fyri fullsettum sandi.
Tú kanst gleða teg til fyrstu útgávuna frá Konni Kass í novembur mánaði í ár – sum tey lýsa sum ‘okkurt slag av poppi.’ Framførslan á Spæliplássinum var fullfíggjað, tónleikaliga sum stílistiskt, og er ongin ivi um, at vit í Konni eiga eina av bestu ungu kvinnuligu songrøddunum í Føroyum seinastu árini.
Donsku Phlake hava somuleiðis lokkað eina stóra fjøld oman í bygdina við sínum fangandi r&b og hiphop tónum, ið nokk skjótt fara at gera um seg úti í víðu verð. Teimum dámar tó eisini lítlu Gøtuvík, sum forsangarin staðfesti við sínum fyrsta setningi til fjøldina eftir, at bólkurin varð klappaður inn á pallin við eykenda íslendska huh-klappinum:
-Tað er svakt at standa her,” rópti hann eftir fyrsta sangin og peikaði óskiljandi út á Gøtuvík.
Tað halda vit eisini.