Kiwanis Tórshavn hevur latið 30.000 krónur til Sambýlið Eirargarður 16, ið er heim fyri rørslutarnaði fólk. Peningurin skal millum annað nýtast til eina koyistólsreiggju, sum gevur teimum rørslutarnaðu eina kenslu av at vera í rørslu og harvið økir um teirra lívsgóðsku.
Fyrr í ár lutaði i lutaði Kiwanis Tórshavn gávubræv til tónleikabólkin, Ælabogan, ið er mannaður av ungum fólkum við menningartarni. Peningagávan ljóðar á 15.000 krónur og fer til keyp av ljóðførum.
Somuleiðis handaði vælgerandi felagsskapurin 10.000 krónur til eysturgrønlendsk børn, ið hava ein sera truplan uppvøkstur við stórari alkoholmisnýtslu í heiminum. Peningurin varð latin sum ferðaískoyti og lummapeningur til børnini, ið sleppa hendanvegin í summar at vitja føroyskar javnaldrar.
Seinast hevur Kiwanis Tórshavn latið 30.000 krónur til “Sambýlið Eirargarður 16”, har tað búgva 13 rørslutarnaði fólk. Leiðslan á Sambýlinum fer millum annað at nýta peningin til eina koyristólsreiggju, ið gevur teimum rørslutarnaðu eina kenslu av at vera í rørslu og harvið økir um teirra lívsgóðsku.
Kiwanis Tórshavn, ið hevur sum høvuðsendamál at betra um umstøðurnar hjá børnum og ungum, letur javnan gávur til vælgerandi endamál. Inntøkurnar koma frá árligu jólatræssøluni í Havn og lutaseðlasølu á Ólavsøku, har høvuðsvinningurin er ein føroyskur bátur, umframt aðrar góðar vinningar.
– Hendan peningagávan kemur sera væl við hjá okkum, tí nú kunnu vit útvega okkum eitt amboð, sum veruliga kemur teimum rørslutarnaðu til góða og harvið er við til at menna og stimbra tey enn meira, sigur Barbara Berg, leiðari á Sambýlinum Eirargarður 16, ið saman Maibritt Simonsen, námsfrøðingi, tók ímóti gávubrævinum.
Kiwanis Tórshavn, sum á hvørjum ári letur peningagávur til góðgerandi endamál, hevur umframt tey oman fyri nevndu, millum annað stuðlað hesum: Eini spælistovu á Landssjúkahúsinum, Fountainhúsið, Javna, Frelsunarherurin í Vági, Føroya Fólkaháskúla, Hotel Tórshavn í Keypmannahavn og Sjómansheimið Ørkin í Reykjavík, umframt mongum, mongum øðrum.
Síðani stovnanina í 1981 hevur felagsskapurin stuðlað vælgerandi endamálum við fleiri milliónum krónum.
Peningurin verður savnaður inn við árligu jólatræssøluni í Havn, og við lutaseðlasølu nú undan og á Ólavsøku, har høvuðsvinningurin er ein føroyskur árabátur, eins og aðrir góðir vinningar eru á seðlunum. Báturin er longu at síggja í miðbýnum leygardagar undan Ólavsøku, har limir hjá Kiwanis Tórshavn selja lutaseðlar.
Tveir aðrir Kiwanis felagsskapir eru í Føroyum, ið eisini lata pening til vælgerandi endamál. Tað eru Kiwanis Rósan í Havn og Kiwanis Eysturoy, sum hevur heimstað í Gøtu.
Orðið “Kiwanis” stavar úr indianskum máli og merkir “vit byggja”.
Kiwanishúsið, sum liggur í Jøkulstræti í Havn, er felagshús hjá Kiwanis Tórshavn og Kiwanis Rósan.
Fyri 21. ferð lutar Kiwanis Tórshavn burtur róðrarbát við lutaseðlasølu um Ólavsøkutíðina. Hetta er fjórðu ferð, at bátasmiðurin Terji Reinert Jakobsen á Kjalnesi í Kollafirði hevur smíðað bátin.