Home Ymiskt 25.250 løntakarar í ár

25.250 løntakarar í ár

by OML

Í apríl vóru 25.261 løntakarar, árstíðarjavnað. Hetta er tað sama sum undanfarnu mánaðir í ár. Tað vil siga, at tað hava verið um 25.250 løntakarar hvønn mánað í ár. Stóra ferðin, sum hevur verið á trendinum seinastu tvey árini, er eisini avtakandi men vísir framvegis vøkstur.

Tað mesta, sum tað hevur verið av løntakarum, var um árskiftið 2007/2008, tá tað vóru 26.000 løntakarar í Føroyum.


Fiskivinnan færri løntakarar

Talið av løntakarum býtt á vinnugrein er ikki árstíðarjavnað, og tískil verður samanborið við sama tíðarskeið árini fyri. Í apríl 2016 vóru 25.069 løntakarar, 539 fleiri enn í apríl 2015. Framgongdin er 2,2%. Í fiski- og alivinnuni er ein lítil minking, nú eru 66 færri løntakarar enn fyri einum ári síðani, meðan tað eru umleið 200 fleiri í hvørjum av hinum høvuðsvinnubólkunum. Lutfalsliga størsta vøksturin hevur byggivinnan, har tað í apríl vóru stívliga 6% fleiri løntakarar enn fyri einum ári síðani.

Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum

 

Stutt um árstíðarjavning og trendin

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.