Home Fólk & Samfelag Tveir varðar fylla 100 ár

Tveir varðar fylla 100 ár

by OML

Tann 8. juli 1916 varð Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingur, borin í heim, og hann hevði fylt 100 ár fríggjadagin, um hann enn var á lívi. Helmsdal er sostatt javngamal við fyrsta landsvegin, sum eisini fyllir 100 ár í ár.

Mikkjal Helmsdal var sum kunnugt fyrsti landsverkfrøðingur í Føroyum. Eitt starv, sum hann røkti í nærum ein mansaldur. Frá 1948 til 1988, tá hann sum 72 ára gamal fór frá fyri aldur.

At fyrsti landsverkfrøðingur varð borin í heim í 1916, er rættiliga sermerkt, tí júst hetta árið varð fyrsti landsvegur – ella millumbygdavegur – tikin í nýtslu, sum var millum Skopun og Sand. Sostatt var 1916 byrjanin til tað væl útbygda infrakervið, sum ikki minst Mikkjal Helmsdal seinni legði lunnar undir.

Longu í 1902 fóru sandingar undir vegagerðina millum Sand og Søltuvík. Nøkur ár seinni – ávikavist í 1905 og 1910 – heitti Sandoyar sókn á Føroya Løgting um at fara undir vegagerðina millum Sand og Skopun.

At fyrsti landsvegateinur júst kom í Sandoynni hongur helst saman við, at sandoyingar longu tá høvdu royndir innan vegabygging. Somuleiðis at Hans Horn, verkfrøðingur í norska vegaverkinum, sum kom til Føroya at gera álit í telefon- og vegamálum, metti umstøðurnar fyri at fara undir vegabygging í Sandoynni at vera góðar. Hann metti tað hava týdning, at sandingar høvdu royndir á hesum øki, og at teir vildu átaka fíggjarligu skyldurnar at halda vegin viðlíka.

Fyri at venda aftur til Mikkjal Helmsdal, so var hann ættaður úr Leynum. Hann tók í 1940 prógv sum sivilverkfrøðingur á Danmarks Tekniske Højskole – nú Danmarks Tekniske Universitet (DTU). Í árunum 1941-46 starvaðist hann sum býarverkfrøðingur í Søllerød kommunu.

Eftir krígslok flutti hann heimaftur og var tvey ár í starvi sum býarverkfrøðingur í Havn, til hann í 1948 varð settur í starv sum landsverkfrøðingur.

Mikkjal Helmsdal var virdur um lond fyri síni viðføddu evni og teknisku førleikar. Fyri starvsfólkini  hjá Landsverkfrøðinginum – nú Landsverk – sum mintust hann við minningarorðum í Sosialinum 6. juli 1996, var tað ein tryggleiki, at um okkurt var komið skeivt fyri hjá onkrum starvsfólki, so átók hann sær sum ovasti fyri stovnin altíð fulla ábyrgd úteftir.

Mikkjal Helmsdal andaðist 79 ára gamal 6. juni 1996.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.