Home Fólk & Samfelag Beinta Persdóttir Joensen leiðari á Rásini í Runavík

Beinta Persdóttir Joensen leiðari á Rásini í Runavík

by OML

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett Beintu Persdóttir Joensen í starvið sum leiðari á Rásini.

Beinta Persdóttir Joensen er 41 ára gomul og hevur lokið prógv sum námsfrøðingur í 2002, umframt at hon m.a. hevur tikið eina útbúgving í Diakonhøjskolen í Århus  í 2007.

 

Beinta Persdóttir Joensen hevur drúgvar arbeiðs- og leiðsluroyndir á økinum. M.a. var hon við frá byrjanini, tá ið sambýlið á Runarvegi í Runavík var stovnað. Har arbeiddi hon sum varaleiðari í 8 ár. Síðstu árini hevur Beinta starvast á Rásini sum varaleiðari og sum virkandi leiðari síðsta hálva árið.

 

Beinta tekur við starvinum sum leiðari á Rásini 1. august 2016.

 

 

 

Mentamálaráðið, 6 juli 2016

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.