Home Fólk & Samfelag Pisufundur á Gøtusandi 2016

Pisufundur á Gøtusandi 2016

by OML

Her finnur tú video, gestatalu og myndir frá pisufundinum á Gøtusandi 23 juni 2016. Niclas Heri Jákupsson var gestarøðari og Eyðvør sang eisini á Pisufundinum. Sunniva Waag Dam helt pisurøðuna.

Myndir & Video: 24.FO

Sunniva Waag Dam helt pisurøðuna og Niclas Heri Jákupsson var gestarøðari. Talan hjá honum kann lesast niðast í greinini:

IMG_1873

IMG_1876

IMG_1889

Smá video brot frá pisufundinum og ráklipt videoupptøka frá 24.FO

 

Mynidr frá Pisufundinum

Kelda: FB

Niclas Heri Jákupsson

Pisurøðan á Gøtusandi 2016
Góðu pisur, lærarar, foreldur og familjur.
Tað er mær ein stórur heiður, at standa á Gøtusandi í dag, og bera røðu fram fyri øllum tykkum, sum hava fingið húgvu á høvdið, og prógv í hondina – eftir lokna útbúgving.
Góðu vøkru fittu pisur – hjartaliga tilllukku við prógvnum.
Eg havi ein rættiliga einklan boðskap, við mínari røðu her í dag:
”Síggið alt tað góða og vakra, sum tit eru vælsignaði við. Brúkið tey talentir og evni, sum tit hava fingið í føðigávu og latið ikki óttan steðga tykkum at liva tykkara dreym og tykkara lív”
Í 1974, tá eg var 6 ára gamal, fekk eg eitt pusslispæl í jólagávu frá mammubeiggja mínum. Hetta pusslispæl, sum var ein mynd av Tindhólmi, hevði 100 prikkar, og í fleiri ár hevði eg stóra gleði av at eiga hetta spæl. Tá eg bleiv tannáringur, og bleiv upptikin av øðrum enn at leggja pusslispøl, bleiv hetta spæl pakkað niður og lagt upp á ovastaloft.
Nøkur ár seinni bleiv eg sjálvur pápi at einari fittari gentu. Tá hon var uml. 7 ára gomul, bleiv pusslispælið tikið niður av ovastalofti, og júst sum eg, so fekk dóttur mín stóra gleði at eiga hetta spæl. Tá hon bleiv tannáringur, so bleiv spælið enn einaferð pakkað niður. Eftir hetta sá eg tað ikki aftur í fleiri ár.
Fyri tveimum árum síðani hildu vit jól úti á Amager, saman við okkara dóttir, versoni og teirra dóttir. Tá vit høvdu etið dunnuna, kom 5 ára gamla abbadótturin Sarita yvir til borðið. Við sær hevði hon 40 ára gamla pusslispælið av Tindhólmi, sum eg fekk í jólagávu frá mammubeiggja mínum í 1974, og sum eg ikki hevði sæð í fleiri ár.
“Abbi”, lat í henni, meðan hon við sínum fittu eygum hugdi uppá meg. “Tímir tú at leggja pusslispæl saman við mær?” Tit kunnu ætla, at eg bæði bleiv bilsin, glaður og rørdur. “Ja, lat okkum tað”, svaraði eg spentur, og so ruddaðu vit alt borðið og fóru glað til verka. Tá vit vóru liðug at leggja alt pusslispælið, manglaðu tíverri tveir prikkar. Tveir bláir prikkar, sum hoyrdu til luftina, oman fyri Tindhólm.
Tað var einki annað at gera, enn at fara at leita. Men líka mikið hvussu væl vit leitaðu, bæði á og undir borðinum, so funnu vit tíverri ikki hesar prikkar. “Hetta var keðiligt”, segði eg við Saritu, “her mangla tveir prikkar”. Svarið, sum eg fekk frá mínari 6 ára gomlu abbadóttir, var bæði vísari og betri, enn nakar sálarfrøðingur, heimsspekingur ella professari kundi svara: “Abbi”, segði hon: ”Tað ger einki, um tað mangla tveir prikkar – hatta er bara luft, sum manglar, og vit síggja Tindhólm”.
Góðu pisur. Í dag er ein stórur dagur. Tit standa øll á einum avgerandi vegamóti, tí hvønn veg skulu tit fara? – og hvussu fer nú tykkara lív og tykkara framtíð at verða? Tá tit í dag hyggja objektivt eftir tykkara lívi, og hvar í lívinum tit eru í dag, so kann tað vera áhugavert líka at reflektera yvir, hvussu nógvir prikkar liggja rætt í tykkara lívi, og hvussu nógvir mangla.
Onkuntíð mangla fleiri enn 2 prikkar í okkara pusslispæli. Lívið kann onkuntíð vera eirindaleyst, hart og avbjóðandi. Fleiri av tykkum hava longu nú, í einum so ungum aldri, møtt mótgangi, sorg og enn tá deyðanum. Í meðan tit hava gingið til prógvtøku, hava tit eisini merkt ótta, stúran, vónloysi, møði, strongd, og nøkur av tykkum hava eisini følt ónøgdsemi, øvundsjúku, og enntá skom.
At merkja negativar kenslur, er ein partur av lívinum. Ein partur, sum vit mugu góðtaka, sum ein part av at vera eitt menniskja. Tí hvussu kunnu vit føla gleði og kærleika, um vit ongantíð hava merkt sorg og mótgang? Ein klók kvinna segði einaferð, at sorg og pína er tann prísurin vit mugu gjalda, fyri at merkja gleði og kærleika. Vit skulu ikki vera bangin fyri at merkja pínuna ella óttan, tá hann er har, og tað er í lagi, at vit av og á føla vónloysi, einsemi og stúran.
Onkuntíð, so gevur lívið okkum ein lúsing, sum ger, at vit skrambla saman – men tað er ikki spurningurin, hvussu oftani vit verða sligin í gólvið, men meira ein spurningur, hvussu oftani vit reisa okkum.
Á okkara lívsins vegi, so mugu vit ikki gloyma, at takka fyri alt tað vit hava og eiga, og alt tað sum vit eru vælsignaði við. Vit mugu eisini javnan minna okkum á, hvat er gott í okkara lívi, og alt tað sum vit eru góð til. Tá vit seta fokus á alt tað vakra og góða, so merkja vit gleði og lukku, vón og trúgv og mót og styrki. Tá vit føla hesar kenslur, so føla vit eisini flow og javnvág í okkara lívi, og vit blíva betur til at vísa øðrum menniskjum áhuga, virðing, umsorgan og kærleika.
Hvønn dag kunnu vit velja, hvat tað er, vit vilja seta fokus á, og hvat vit ynskja, ið skal ávirka okkum. At arbeiða fram ímóti lívsgleði, er eitt innanhýsis mál, og hava vit øll eina sjálvsábyrgd. Allar gráar dagar kunnu vit sjálvi leggja lit á, og um vit ynskja at sólin skal skína á okkum, so mugu vit fyrst flyta okkum úr skugganum.
Líka so náttúrligt tað er, at góðtaka teir tveir prikkarnir, sum ikki liggja rætt í okkara pusslispæli, líka so nátúrligt eigur tað vera, at gleðast yvir allar teir 98, sum liggja rætt.
Men trúgv mær, tað er alt annað enn lætt, tí tað fara altíð at vera onnur menniskju, sum fara at minna okkum á, alt tað vit ikki duga, og alt tað, sum ikki er gott í okkara lívi. Ja, nøkur menniskju liva júst sum í Ude og Hjemme – ”Find 5 fejl”. Hvønn dag í árinum leita tey eftir teimum 5 prikkunum, sum mangla í samfelagnum, hjá løgmanni, í heimbygdini, hjá borgarstjóranum, hjá lærarnum, hjá grannunum, hjá makanum og enn tá hjá sínu egnu børnum. Tey finna feilir hjá øllum øðrum – enn uttan hjá sær sjálvum. Heilin hjá teimum er farin í eitt negativt spor, soleiðis at tey bara duga at síggja teir fáu prikkarnir, sum mangla.
Hesi fólk eru blivin serfrøðingar í at finna feilir. Ja, sjálvt tá tey eru til heimadyst hjá sínum egna fótbóltsliðið, so finna tey feilir. Bæði við formanninum, venjarnum og leikarunum. Tey síggja allar feilirnar, sum teirra egna lið ger, og tey vita akkurat, hvussu liðið eigur at spæla.
Tá man so fer at kanna nærri, hvat tað er fyri fólk, sum vita so væl, hvussu onnur skulu spæla, so finnur man skjótt út av tí, at tað eru nakrir tjúkkir kálvakníggjaðir 50 ára gamlir menn, við ongum fótbóltsroyndum og ongari kondition. Tá hesir menn vóru smádreingir og unglingar, blivu teir ongantíð sjálvir valdir út, hvørki til nakað A ella B lið, men nú tá teir standa uttanfyri vøllin og eygleiða dystin og lívið, nú vita teir akkurat, hvussu dysturin skal spælast, og hvussu lívið skal livast.
Haldið tykkum tí burtur frá fólkum, sum bara síggja feilir, trupulleikar og forðingar. Tey kunnu lættliga taka sjálvsáltið, sjálvsvirðingina, orkuna og gleðina frá tykkum. Verið heldur saman við menniskjum, sum síggja møguleikar og loysnir, og sum fáa tykkum at veksa og blóma, og sum fáa tað besta fram í tykkum.
Ein persónur skrivaði á Facebook her fyri: “Nøkur menniskju eru so negativ, at tey skuldu verið framkallaði”. Ein annar var skjótur við einari viðmerking: “Gud viti, hvussu hesi fólk høvdu sæð út” !
Góðu pisur. Kendi amerikanski presidenturin Abraham Lincoln segði einaferð: “Tann sum ongar feilir hevur, hevur sjáldan nakrar dygdir” – og rætt hevði hann. Tað er menniskjaligt at kiksa, at gera feilir og at dumma seg. Ja, sjálvt tær heilt stóru fyrimyndirnar í okkara lívi hava kiksað.
Nóa, sum var útvaldur at liva víðari eftir syndaflóðuna, lá einaferð nakin, drukkin og avdottin í sínum telti. David kongur, sum Gud kallaði ein mann av sínum hjarta, dróg hor við konu Urias – og fekk Urias tiknan av døgum aftaná. Pætur, sum Jesus segði við: Tú ert tann kletturin eg vil byggja mína samkomu á – ja, sjálvt hann sveik Jesus 3 ferðir, tá á stóð.
Ja, sjálvt Ronaldo og Atli Gregersen hava brent straffi, tá teir ikki skuldu.
Og sig mær: Hvør tímir at vera saman við menniskjum, sum eru perfekt? Hvør hevði tímað at lurta eftir Bob Dyllan, um hann brádliga fór at syngja pent? Hvat fyri ferðafólk høvdu vitjað býin Pisa, um tornið í Pisa var beint?
Eg kann persónliga heilsa tykkum og siga, at tað, sum eg havi lært í mínum lívi, er av mínum feilum, og tí havi eg stórar ætlanir at gera fleiri feilir fram yvir.
Góðu Pisur. Tá eg var smádrongur, spurdi abbi mín meg, hvat eg fór at gera, tá eg bleiv stórur: Eg ætli mær at verða rocksangari, segði eg glaður: Pilla av norður á Stengurnar og egn. Ger okkurt fornuftigt, segði abbi mín.
Tað kann vera hart at møta menniskjum, sum ikki vísa okkara kenslum, okkara tankum og okkara dreymum áhuga. Tá vit vóru børn, so royndu okkara foreldur, stovnar, skúlar og samfelag at pota okkum í boksir. Vit skuldu helst vera líka sum øll onnur. Tí kann tað vera ironiskt, at hoyra somu fólk siga við okkum, nú vit eru blivin vaksin, at vit skulu læra at hugsa uttan fyri boksina, og tora at vera øðrvísi.
Góðu pisur. Tit hava hvør í sínum lagi fingið nógv góð talentir í føðigávu. Gravið ikki tykkara talentir niður, men brúki tey fult út. Verið ikki bangin fyri at brúka tykkara evni, og lat ongan taka dreymarnar frá tykkum. Um onkur av tykkum, ikki hava fingið tað góða prógvið, sum tit høvdu vónað, so havi eg eitt at siga. Missið ikki mótið – heimurin er fullur í møguleikum, og tað er einki samsvar millum góðar karakterir og eitt gott og lukkuligt lív. Latið ikki eitt lágt miðaltal forða tykkum at brúka tykkara talentir. Haldið á við at søkja og haldið á við vera forvitin. Tí í tykkum liggja stór og góð virðir, sterkir og spennandi dreymar og góð og áhugaverd evni.
Eg havi sjálvur sera fá talentir. Um míni talentir vóru tangentarir í einum klaveri, so var hetta klaver bert eitt lítið bíligt BR-klaver. Men Gud, sum eg havi spælt uppá hetta BR-klaverið. Ja, eg havi slitið tað niður og annar hvør tóni, sum eg havi spælt, hevur verið falskur. Tí kann tað tykjast løgið, fyri ein mann sum meg, tá eg møti menniskjum, sum hava fingið eitt Steinway-klaver í føðigávu – men av ótta fyri at spæla ein feil, so tora tey ikki at opna lúkuna.
Ottin fyri hvat øll onnur halda um ein, kann vera oyðileggjandi og drepandi – serliga í einum lítlum samfelag – og nógv eru tey menniskju, sum eru farin undir Grønutorvu, men sum ongantíð hava livað sítt egna lív. Av ótta fyri hvat øll onnur halda um ein, so eru tað rættliga nógv fólk, sum ikki tora at vera tey, sum tey eiga at vera.
Góðu pisur. Takið endiliga góð ráð frá foreldrum, lærarum og vinum – men livið ikki teirra dreym ella teirra lív. Nøkur fólk leita úteftir fyri at finna út av, hvat tey skulu læra, hvar tey skulu arbeiða, og hvørjir dreymar tey kunnu náa. Søkið heldur langt inn í tykkum sjálvi, fyri at finna tykkara virðir, tykkara passión, tykkara styrki og tykkara dreymar, tí tá tit fara at gera tað, tit tíma, duga, og sum gevur tykkara lívi meining, tá fara tit at føla lívsgleði. Verið trúgv í móti tykkum sjálvum. Brúkið tykkara heilar, men fylgið tykkara hjørtum.
Góðu pisur. Lyft høvdið upp, spenn bringuna fram og lat vera við at krúpa fram við vegginum. Tit skulu vita at í lívsins dysti, so fara tit ikki altíð at raka málið við teimum skotum, sum tit skjóta. Sera nógv skot koma at fara framvið málinum. Men minst til, tað er ílagi at raka við síðuna av. Tit verða noydd at halda áfram við at skjóta, tí eitt er vist: Tit koma ongantíð at raka malið við teimum skotunum, sum tit ikki tora at skjóta.
Spælið tí uppá allar teir tangentar, sum tit hava fingið – og spreiðið tykkara vøkru veingir heilt út – og líkamikið hvussu tykkara tónar ljóða, ella hvat fyri litir tykkara veingir hava, so eru tað tykkara tónar, tykkara veingir og tykkara lív.
Góðu pisur. Farið út í heimin, fyri at uppliva aðra mentan, og fyri at kenna onnur menniskju, men gloymið ikki virðini, sum tykkara foreldur løgdu í tykkum – og gloymi ikki, hvat er gott við at vera føroyingur.
Setið tykkum stór mál, men takið smá fet og njótið vegin móti málinum. Tí tað er ikki málið, sum fer at gera tykkum lukkulig, men upplivingarnar, sum tit fáa á vegnum til málið.
Venjið tykkum at lurta eftir, hvat onnur hugsa, og hvat onnur føla, men gloymi ikki at spyrja tykkum sjálvi: Hvat dugi eg? Hvat tími eg, og hvat gevur mínum lívi meining?
Krevjið nógv av tykkum sjálvum, og setið tykkum høg mál, men latið tað ongantíð blíva so nógv, at tit ikki hava tíð til at vera nærverandi við tey, sum eru góð við tykkum.
….og gloymið ikki at gleðast yvir allar teir prikkarnir, sum liggja rætt í tykkara puslispæli.
Eitt er vist – um tit sáa gott fræ í góða jørð, so fer tað við vissu at bera ávøkst.
Góði pisur. Njótið tær smáu løturnar í lívinum. Tí ein dag fara tit at síggja, at tað vóru hesar løturnar, sum vóru tær bestu.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.