24.FO
Home Vinnutíðindi Fiskivinna Nýggj bók um heimsins fiskivinnu

Nýggj bók um heimsins fiskivinnu

Tíðindaskriv: 

Mánadagin 5. juli kemur bókin “Fiskiskapur – fjølbroyttar ásetingar,” sum Óli Samró, búskaparfrøðingur og fiskivinnuráðgevi, hevur skrivað. Bókin lýsir, hvussu fiskivinnan kring heimin er skipað, og hvussu ymisku fiskivinnuskipanirnar virka og roynast á heimsins høvum.

Brot úr bókini:

“Fjølbroytt er, hvussu londini áseta, hvørjum fiskivinnan skal tæna, og hvør tað er, ið eigur fiskin. Í Føroyum er orðingin: “… ogn Føroya fólks.” Í Norra: … ligg til fellesskapet i Noreg”, í Íslandi: “…standi undir lífsafkomu og hagsæld þjóðarinnar”.

Í øllum londum eru stríðsmál millum samfelagsbólkar. Politisku og vinnuligu áhugamálini eru ymisk og stór.

Nøkur halda, at kvotur er besta loysnin, meðan onnur halda fiskidagar. Stríð er um, hvussu loyvir eiga at útlutast, eftir søguligum fiskiskapi ella boðin út á marknaði. Ósemja er um, annaðhvørt útlendingar kunna eiga fiskiskip og loyvir, ella ikki.

Áskoðanirnar eru nógvar.

Bókin “Fiskiskapur – fjølbroyttar ásetingar” fæst í bókabúðunum 5. juli 2016.

- Advertisment -

Most Popular

Havstovan ávarað

Fleiri ferð seinastu 5 árini er Havstovan ávarað, um tað mátti fiskast meira av toski, fyri at føðin ikki bleiv etin upp, á sumri...

Húsarhaldsskúlin

Tað verður sera vakurt og hugnaligt at búgva í Klaksvík tá lív kemur í miðbýin og lív kemur kring Húsarhaldsskúlan. Sum myndin vísur so...

Rentan á orku- og elbillánum lækkar niður í 1,75 %

Frá 1. oktober 2020 lækkar rentan á orku- og elbillánum niður í 1,75%. Ítøkiliga merkir hetta, at eitt húsarhald, sum hevur lán til ein...

Børn og ung skulu hava frítíðarkort

 Vit vilja raðfesta børn og ung, gera tað lættari hjá øllum at gerast partur av frítíðarlívinum í kommununi og samstundis geva ein fíggarligan lætta...

Seneste kommentarer