Home Vinnutíðindi  Føroyski framleiðslukostnaðurin

 Føroyski framleiðslukostnaðurin

by OML

 Føroyski framleiðslukostnaðurin –hækkar –  fleiri avgjøld áløgd – Hendan áheitan og áminning er bæði til politikarar og almenningin sum heild. Gongdin er ein vandaleið fyri vinnuna í longdini. Hetta skrivar vinnulívsráðið í Klaksvík

Samstundis sum almenni raksturin økist, gerst útflutningsvinnan  alt meiri sperd og menningin av meiri viðgjørdum vørum meiri krevjandi og tískil helst ógjørlig um nøkur ár.

At hækka almennu útreiðslurnar setur seliga í hesum tíðum kappingarførið í vinnuni undir trýst. Politiski hugburðurin er tíverri, at sum almennu útreiðslurnar hækka, verður neyðugt at fáa meiri inntøkur úr vinnuni í landskassan.

Færri nýggj fiskifør

Vit síggja ídag, at føroyskir reiðarar og fiskimenn í stóran mun reka fiskiskap við skipum, sum aðrir hava kasserað. Hesir skulu fiska lið um lið og vit eru tí sum fiskivinnuland,  ikki í nóg dyggari kappingarstøðu. Íløguætlanir eru ótryggar orsakað av tilvildarligum politiskum átøkum. Sera fáar nýggjar skipaíløgur eru framdar seinastu 10 árini.

Eisini sæst, at peningarenslið úr primeru vinnunum í almennu kassarnar er ein umskipan av desentralum virðum á geografiskum økjum, har virðini verða skapt,  til sentral virði har almenni raksturin og íløgur krevja alt meiri pening. Hetta fer at gerast ein meiri hóttandi vandaleið í framtíðini, eisini tí, at tann peningur sum skip og onnur tól skulu viðlíkahaldast við, fer alt meiri í landskassan, heldur enn til viðlíkahald.

Vinnulívið  kvørkratikið

Hetta fer at merkjast meint komandi árini, har framleiðsluvirðini ídag verða skapt,  ognarvirðini so sum húsaprísir, grundøkir, keypiorka við útboði verða spakuliga kvørkratikin saman við forrætningslívinum.

Í fleiri ár og ikki minst seinastu tíðina hava vit sæð:

  • Økt tilfeingsgjøld til fiskivinnuna
  • Økt tøkugjøld til alivinnuna
  • Arbeiðsmarknaðgjøld vaksa
  • Snildisligar broytingar í fólkapensjónini
  • Hækkandi besinprísir
  • Avtiknir samdøgurfrádráttir hjá fiskimonnum
  • og síðani fleiri avgjøld.

Hetta bara fyri at nevna okkurt úr rúgvuni. Soleiðis at fleiri inntøkur kunnu fáast til øktar almennar útreiðslur.

Vinnulívstættir í  brotasjógvum

Vinnulívsráðið í Klaksvík fer við hesum at ávara ímóti hesi hættisligu gongd, ikki minst tí,  at búskapurin hevur góðar dagar í løtuni og kann broytast:

  • Fólkavøksturin er greiður
  • Onki arbeiðsloysi
  • Fiskivinnan ger tað hampuligt og í løtuni gott
  • Alivinnan er vegna dugnaskap í hæddini o.s.fr.

 

Hinvegin síggjast fleiri myrk skýggj á øðrum økjum t.d. innan oljuvinnuna, har nógvir føroyingar hava fingið sínar góðu lønarinntøkur uttanlanda. Spurningurin er hvat hendir. Føroyska frálandavinnan er í brotasjógvi.  Hendan tilfeingisvinnan er í løtuni hótt.

 

Við hesi ávaring til politikarar og almenningin verður í øllum álvarsemi lagdur dentur á, at vinnan eigur ikki at tyngjast av beinleiðis tilfeingisgjøldum, sum eru áløgd, tað fer at gagna bæði fólki og vinnulívi í longdini um hesi gjøld fella burtur.  Vinnan rindar vanliga skatt– og onnur avgjøld, gevur arbeiði til hópin av fólki, sum aftur rindar skattir og avgjøld. Tað vísir seg tíverri  meiri populert hjá politikara at “vera galantur” fyri vinnunnar rokning.

Klaksvík 3.  juni 2016.

Vinnulívsráðið í Klaksvík.

 

 

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.