Sambært nýggjastu hagtølunum frá Hagstovu Føroya er lutfalsliga talið av fólkum í fátækraváða økt við einum hálvum prosentstigi úr 10,3 upp í 10,8 prosent í 2014 í mun til 2013, svarandi til ein vøkstur á uml. 280 fólk. Vøksturin er farin fram í bólkinum 67 ár og eldri. Í øllum øðrum aldursbólkum eru nú færri fólk í fátækraváða. Vøksturin í aldursbólkinum 67 ár og eldri er tó størri enn minkingin í yngru aldursbólkunum, og tí er samlaða talið av føroyingum í fátækraváða vaksið í 2014 í mun til 2013.

Hetta hevur verið gongdin, síðan farið varð undir at gera hesar kanningarnar. Nýggjastu tølini vísa, at tað í 2014 vóru 965 fleiri fólk í fátækraváða, enn tað vóru í 2009, og at tað eru fólkapensjónistarnir, sum standa fyri nógv tí størsta partinum av vøkstrinum.

Sostatt gongur rætta vegin hjá føroyingum undir fólkapensjónsaldri, meðan tað fyri fólkapensjónistarnar gongur skeiva vegin. Tað er ikki nøktandi, at inntøkan hjá fólkapensjónistum ikki er vaksin eins nógv sum inntøkan hjá øllum øðrum aldursbólkum her á landi. Hinvegin er at fegnast um, at talið av børnum og barnafamiljum í fátækraváða er fallandi, sigur Eyðgunn Samuelsen landsstýriskvinna í almannamálum.

Í stríðnum at basa fátækradømi er neyðugt at skilja ímillum fólkapensjónistar og yngru aldursbólkarnar, tí tað eru ymisk amboð, ið skulu brúkast til hesar báðar bólkarnar. Høvuðsamboðið at basa fátækradømi hjá teimum eldru er pensjónin. Av tí at hon ikki er javnað seinastu árini, er fitt av pensjónistum, sum hava ligið beint omanfyri markið, nú farnir niður um fátækraváðamarkið. Løgtingið hevur síðan samtykt eina hækking í fólkapensjónini, men tann hækkingin sæst sostatt ikki í tølum fyri 2014. Eyðgunn Samuelsen sigur, at eitt av málunum við pensjónsnýskipanini er at venda skeivu gongdini við alsamt vaksandi tali av fólkapensjónistum í fátækraváða.

Viðvíkjandi yngru aldursbólkunum væntar Eyðgunn Samuelsen, at jaliga gongdin fer at halda fram, og at talið av fólki í fátækraváða fer at lækka munandi komandi árini. Hetta kemst m.a. av broytingunum í skattaskipanini, at barnaískoytið til stakar uppihaldarar er hækkað, at foreldur við lágum inntøkum kunnu søkja um familjuískoyti, eykaviðbótin hjá lægstu fyritíðarpensjónistum er nú skattafrí, barnabeinin verður settur í verk, og at tað liggur í kortunum at hækka lestrarstuðulin til lesandi við børnum.

Vit hava sett okkum sum mál, at jaliga gongdin skal halda fram. Tí má arbeiðið frameftir fevna um allar aldursbólkar, og tí er neyðugt framhaldandi at fremja átøk, sum lyfta enn fleiri úr fátækraváða.