24.FO
Home Tíðindir Viðmerkingar til skuldsetingar móti Eik

Viðmerkingar til skuldsetingar móti Eik

eik.fo tann 5/25/2016

KvF sendi í gjárkvøldið sendingina ”Skattamálið”, ið viðgjørdi eitt skattamál hjá Eik, ið framvegis er til viðgerðar hjá TAKS.

Suni-Eik-stjóriTað vórðu í sendingini settar fram grovar ákærur mótvegis Eik og leiðslu bankans. Eik Banki vil við hesum staðiliga afturvísa øllum ákærum mótvegis bankanum og leiðslu bankans.

Eik Banki vil gjarna leggja dent á, at Eik Banki ikki hevur roynt at villleiða nakran myndugleika, journalist ella nakran annan. Tí er tað sera harmiligt at banki og leiðsla verða løgd undir illgrunasama atferð mótvegis TAKS, nevnd og miðlum.

Eik Banki varð í samband við sendingina biðin um at svara uppá fleiri spurningar frá KvF. Hesum spurningum svaraði bankin, men KvF valdi ikki at viðgera hesar spurningar beinleiðis í sendingini. Tað er so teirra val.

Eik vil fegin vísa til spurningarnar frá KvF og serliga til svarini frá Eik. Spurningar og svar kunnu síggjast her

vinaliga

Súni Schwartz Jacobsen

- Advertisment -

Most Popular

Føroyar og USA styrkja samstarvið

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur í dag havt fund við amerikanska uttanríkisráðharran Mike Pompeo. Undir fundinum fegnaðust teir um góðu...

Eldur í bili í tunnilinum

Í kvøld umleið klokkan 20.30 kom eldur í ein bil í var á veg gjøgnum tunnilin millum Árnafjørð og Klaksvík. Nógvur roykur er frá...

Kommunuætlan til hoyringar

Kommunuætlanin fyri Tórshavnar kommunu árini 2020-2035 er til hoyringar, og tað er hon til 10. august í ár. Uppskotið til kommunuætlan ber til at lesa...

Stigvís avvenjing gevur besta úrslitið

Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti at 18% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. Nógv, sum roykja, ynskja at leggja av. Men tað kann...

Seneste kommentarer