Sambýli í Runavík tikið í nýtslu

Myndir & kelda lv.fo

0
765

Fyri góðum tveimum vikum síðani varð punktum sett fyri byggingini av 12 vardum íbúðum í Runavík, nevnt Sambýlið á Blikagøtu. Í hesum sambandi varð skipað fyri almennari móttøku í heiminum, har nógv fólk vóru komin saman at hátíðarhalda dagin saman við íbúgvum, starvsfólki og øðrum, sum eru knýtt at verkætlanini.

Fagnardagur var í Runavík herfyri, tá móttøka var í Sambýlinum á Blikagøtu í sambandi við, at heimið er tikið alment í nýtslu.

– Tað er altíð ein góð kensla at koma á mál, tí sum vit øll vita, er tað ikki altíð nøkur sjálvfylgja, at ein byggitilgongd gongur eftir einum snóri. Sum oftast eru nógvir snávingarsteinar á leiðini, og nógv ið bjóðar okkum av bæði fakliga og samstarvsliga, segði Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, ið er almennur byggiharri undir landinum.

Stjórin á Landsverki vísti á, at stórur tørvur hevur verið á vardum bústøðum til fólk við skerdum førleika, og at tað var við hesum í huga, at undanfarna landsstýri setti gongd á arbeiðið at byggja hesar bústaðir.

– Eg skal sum umboð fyri byggiharran takka fyri tað góða samstarvið, sum hevur verið undir allari tilgongdini og sjálvari byggingini, segði Ewald Kjølbro.

Fleiri onnur fingu eisini orðið, eftir at virkandi eindarleiðari, Hugo Leo, hevði bjóðað væl komin og greitt frá, hvussu nógv íbúgvarnir og starvsfólkini høvdu glett seg at sleppa at taka sambýlið í brúk.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, legði dent á tørvin á tílíkum sambýlum. Hon takkaði eisini øllum, ið hava verið virkin í verkætlanini og handaði sambýlinum eina gávu.

Stjórin á Almannaverkinum, Edvard Heen, tosaði um rættindini hjá íbúgvunum, og at sambýlið fyrst og fremst er teirra heim. Hann minti eisini á, at starvsfólkini í sambýlinum vóru har til at stuðla, men ikki leggja dagsskránna. Eisini hann handaði stovninum eina gávu.

Eftir at stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro, hevði havt orðið, sungu ein av íbúgvunum, Elin Løkin, meðan Hugo Leo spældi undir.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, nýtti høvið at takka fyri gott samstarv millum kommununa, Almannamálaráðið, Almannaverkið og Landsverk. Ein partur av hansara talu snúði seg eisini um at sláa eitt slag fyri økinum við Blikagøtu, ið er við í eini norðurlendskari arkitektakapping.

Síðani var ábit, og eftir hetta framførdu Kristina Bærendsen og Hallur Joensen, eins og Elin Løkin – ein av íbúgvununum – luttók sum gestasangari.

Í Sambýlinum á Blikagøtu eru 12 íbúðir til fólk við menningartarni og rørslutarni, umframt felagsøkir.

Fakta
Arbeiðsánari: Almannaráðið
Byggiharri: Landsverk
Ráðgevarar: Kontrast, LBF, Sofus M. Jakobsen
Arbeiðstakarar: Kanjon
Stødd: 12 íbúðir á 730 fermetrum
Kostnaður: 19,0 mió. kr.

Myndafólk: Jóannes Poulsen