Home Heim & Frítíð Kristina Bærendsen á Vágsbø

Kristina Bærendsen á Vágsbø

by OML

Contrysongkvinnan verður við á Summar Festivalinum í august

Hon telist millum landsins bestu og evnaríkastu songkvinnur, og sum tulkari av country- og gospelsangum er hon framúr.

Kristina Bærendsen hevur sum solistur og í bólki saman við øðrum verið ein profilur í føroyskum tónleiki seinnu árini.

Kristina hevur sungið nógv saman við countrykonginum Hallur Joensen og saman við pápa sínum, Alexi Bærendsen, men hon hevur sanniliga eisini prógvað seg sum solistur á útgávu og konsertum.

Summar Festivalurin er sera fegin um at kunna kunngera Kristinu Bærendsen við bólki til ársins festival. Kristina fer at hava konsert á stóra palli á Vágsbøi.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 4. til 6. august.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.