Væl umtókti hittbólkurin spælir á ársins Summar Festivali
Teir eru argandi og fevnandi. Prikandi og skemtandi. Og fram um alt teljast teir millum stóru føroysku hittbólkarnar í nýggjari tíð.
Páll Finnur Páll tók síni fyrstu fet um aldarsskiftið, og síðani 2003 hava teir givið fimm útgávur út. Ikki minst tríboksin frá 2009 gav bólkinum veruligt hetjustatus á føroyska tónleikapallinum.
Sangirnar hjá bólkinum munnu mong kenna rættiliga væl. Sangir sum Forelskaður sjónleikari, Herbergið, Eg fari mín egna veg, Grannin, Mín russiski vinur og fleiri.
Páll Finnur Páll hevur øll árini havt eina styrki í at framføra teirra sangir live. Teir hava dugað serstakliga væl við smærri og størri áhoyrarafjøldum, og í august verða teir viðaftur, tá ið Summar Festivalurin verður hildin.