Home Tíðindir Føroyar og Grønland endurnýggja samstarvið

Føroyar og Grønland endurnýggja samstarvið

by OML

Føroyar og Grønland styrkja nú formliga samstarvið landanna millum. Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Kim Kielsen, landsstýrisformaður Grønlands, undirskrivaðu í dag eina samstarvsavtalu landanna millum. Avtalan fevnir um vinnumenning, útbúgvingarmøguleikar, orku, umhvørvi, mentan og samstarv á fiskivinnuøkinum. Bulurin í samstarvsavtaluni er avtalan millum londini frá 2007. Nýggja avtalan avloysir ta gomlu.

– Føroyar og Grønland hava á fleiri økjum somu avbjóðingar, og eitt sterkari samstarv styrkir bæði londini. Við nýggju samstarvsavtaluni senda vit eitt greitt tekin um, at londini veruliga vilja styrkja samstarvið. Eg bæði vóni og vænti, at samstarvið verður økt við hesari avtaluni, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Kim Kielsen, landsstýrisformaður Grønlands, væntar sær eisini nógv av samstarvinum komandi árini.

– Eg errin av, at tað hevur eydnast okkum semjast um eina endurnýggjaða politiska samstarvsavtalu, nú løgmaður er á vitjan í Grønlandi. Avtalan fer vónandi at styrkja samstarvið landanna millum. Persónliga eri eg spentur um samstarvið á orku- og umhvørvisøkinum. Í bæði Føroyum og Grønlandi eru hesi øki í rívandi menning, og tí verður spennandi, hvat eitt tættari samstarv kann hava við sær fyri bæði londini, sigur Kim Kielsen.

Avtalan millum Føroyar og Grønland varð undirskrivað í vatnverkinum í Buksefjorden í Grønlandi.

Endurnýggjaða samstarvsavtalan kann lesast her

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.