13.8 C
Munich
tirsdag, september 28, 2021

Harskapsmál sunnumorgunum – Løgreglan søknast eftir vitnum

Must read

Sunnumorgunin tann 17. apríl 2016 uml. kl. 0350 bleiv ein maður álopin á Tinghúsvegnum út fyri Klubbagarðin í Havn. Maðurin stóð og bíðaði eftir einu hýruvogni. Hann var einsamallur.

Til hansara komu tríggir menn.

Hesir verða lýstir soleiðis:

  • 1: Uml. 25 ár, stutt, ljóst hár,170-175 cm. høgur, vanliga bygdur
  • 2: Uml. 25 ár, myrkt hár, uml. 180 cm. høgur, kanska ílatin svartan jakka.
  • 3: Ongar upplýsingar.

Tann eini av hesum slerdi hann niður og eftirfylgjandi er hann sligin fleiri ferðir. Hann svímaði, og tá hann vaknaði aftur, vóru menninir farnir.

Staðfest er, at skaðarnir, hann hevur fingið, er blátt eyga, blá merkir á kroppinum og brotið bein.

Ongi vitnir eru til málið, og løgreglan ynskir at hoyra fólki, sum vita ella halda seg vita, hvørjir gerningsmenninir eru ella sum hava sæð tilburðin ella verið á staðnum.

Órættaði er 48 ár, 186 cm. høgur, grásprongt myrkt hár, ílatin myrk klæðir – Myrkabláa troyggu, svartan klædningsjakka og myrkar buksur. Hevði gulleinkju um hálsin.

Fólk, sum hava upplýsingar verða biðin um at ringja til Løgregluna, tlf.351448.

Vaktleiðarin

- Advertisement -spot_img

More articles

- Advertisement -spot_img

Latest article

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.