Home Vinnutíðindi Fiskavørur til Brasil

Fiskavørur til Brasil

by OML

Góð útlit eru fyri, at føroyskar fiskavørur nú fáa atgongd til størsta landið í Suðuramerika, Brasilia, sum somuleiðis er eitt av heimsins fólkaríkastu londum. Sostatt er enn ein stórur marknaður um at lata upp fyri føroyskum útflutningi.

Uttan fyri Evropa er Brasil enn ein marknaður, har útlit eru fyri, at føroyskar fiskavørur nú fáa atgongd. Av sokallaðu BRIK londunum (BRIK er Brasilia, Russland, Indien og Kina), hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan við tíðini fingið skipanir í lag við Russland og Kina, og nú verður arbeitt við eisini at fáa atgongd til brasilska marknaðin.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur umvegis donsku ambassaduna í Brasil latið brasilsku myndugleikunum umsókn, so teir kunnu kanna, hvørt heilsufrøðiliga skipanin í Føroyum samsvarar við tað, ið brasilar vænta av eini slíkari skipan.

Vísur tað seg, at brasilskir myndugleikar eru nøgdir við innihaldið í drúgvu usmóknini, vænta vit, at Føroyar fáa eina sokallaða landagóðkenning. Hetta merkir, at myndugleikarnir har hava góðkent føroysku skipanina, sigur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Landagóðkenningin er tó bara fyrsta stigið. Næsta stigið er, at einstøku virkini, ið ynskja at útflyta til Brasil, hvør í sínum lagi skulu góðkennast í mun til brasilska lóggávu. Hetta er ein tilgongd, sum vit  fáa størri vitan um, tá landagóðkenningin er fingin til vega.

Heilsufrøðiliga starvsstovan arbeiðir við at fáa avtalur í lag, so føroyskar fiskavørur hava góða atgongd til útlendskar marknaðir. Umframt skipanir við Russland og Kina eru avtalur eisini við onnur  triðjalond sum Kanada og Vietnam, og ynski eru frammi um avtalur við enn fleiri lond.

Um spurningar eru hesum viðvíkjandi, ber til at seta seg í samband við Bárð Enni, stjóra á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Savnsmynd 24.FO

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.