Home Heim & Frítíð Hermes House Band á Vágsbø

Hermes House Band á Vágsbø

by OML

Festligi veitslubólkurin við teimum stóru hittunum spælir á Summar Festivalinum

Hermes House Band byrjaði sum ein studentabólkur í Rotterdam í Hollandi, og eftir fleiri ár við festligum framførslum millum lesandi hendi tað púra óvæntaða, at teirra endurinnspæling av sanginum I Will Survive/Lalala gjørdist nummar 1 á fleiri hitlistum í Europa.

Hetta gjørdist byrjanin til, at Hermes House Band fekk altjóða flog, og tey stívliga 20 árini síðani gjøgnumbrot hava tey við væl svingandi endurinnspælingum av kendum sangum skapt síni egnu hitt. Sangir sum Country Roads, Live Is Life og Rhythm Of The Night hava allir verið á europeiskum tónatindum.

Hermes House Band er best umtókta party orkestur í Europa, og teirra tónleikur fær føtur at flytast, armar at veipa, og fólk at syngja við, líkamikið um tónleikurin er at hoyra úr hátalarum á bleiktrandi dansigólvum, ella um bólkurin spælir live í Berlin, Paris, London ella á sóloyggjum. Og skilið verður tað sama á Vágsbøi, tá ið Hermes House Band í august kemur á Summar Festivalin at spæla ársins festligastu konsert.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum 4. til 6. august.

__________________________

Link til YouTube video:
https://www.youtube.com/watch?v=h-EYcOB60aA

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.