Sum liður í tilbúgvingini hjá Landsverki varð skipað fyri eini venjing í Hovstunlinum seinnapartin í dag. Fleiri myndir á greinini.
![politi-ferðsla-venjing-hovdstunnilin2016-lv](https://usercontent.one/wp/www.fo24.net/wp-content/uploads/2016/04/politi-ferðsla-venjing-hovdstunnilin2016-lv-300x225.jpg?media=1656370268)
Tey, ið luttóku í sjálvari venjingini vóru Tvøroyrar Sløkkilið, Vágs Sløkkilið, Ambulansatænastan á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Politiið og Landsverk. Tyrlan hjá Atlansflogi var eisini við í venjingini.
Harafturat luttóku eygleiðarar frá Politinum, Ambulansutænastuni, umboð fyri Sløkkiliðini og Landsverki.
Næmingar frá Heilsuskúla Føroya og Miðnámsskúlanum í Hovi vóru statistar.
Tað vóru tveir minibussar, ið rendu saman inni í tunlinum. Óhappið hendi mitt í tunlinum, og fleiri fólk fingu skaða.
Ein eftirmeting av venjingini verður gjørd seinni.
Her eru nakrar myndir frá venjingini:
![](https://www.landsverk.fo/SiteFiles/Public/158/Temp/21660_8483131f-6977-44de-9608-de55fc8360e5.jpg)
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, eygleiðir venjingina saman við deildarleiðaranum fyri Infrakervi á Landsverki, Armgarð E. Steinhólm, samskiparanum av tilbúgvingini á Landsverki Jákup N Olsen. Uttast til høgru stendur Niels Erik N. Jensen, chef politi inspektørur.
![](https://www.landsverk.fo/SiteFiles/Public/158/Temp/21660_85b94f67-a5f7-4fb7-a5f2-99bf4707b098.jpg)
Tunnilin var stongdur seinnapartin, meðan venjingin fór fram.
![](https://www.landsverk.fo/SiteFiles/Public/158/Temp/21660_50d5f679-c9ac-4bcc-9c1b-c41b5496fa4c.jpg)
Næmingar frá Heilsuskúlanum og Miðnámsskúlanum í Hovi vóru statistar í venjingini.
![](https://www.landsverk.fo/SiteFiles/Public/158/Temp/21660_5199b502-a1ff-4bfb-9680-71a933e567f0.jpg)
Nógv fólk luttaka í slíkari venjing.
![](https://www.landsverk.fo/SiteFiles/Public/158/Temp/21660_6e8db6b2-4e3d-401a-8432-022babb39f61.jpg)
Kelda og myndir LV