Nýggj nevnd vald í Havnar Framburðsfelag

Havnar Framburðsfelag hevði aðalfund mánadagin 14. mars, har millum annað val av nevnd var á skránni.

Í nýggju nevndina komu Annika Olsen, Hans Joensen, Rói Poulsen, Joan Neshamar, Ingvør Justinussen, Óli Breckmann og Jógvan Thomsen.

Nevndin skipaði seg sama kvøld og kom til at síggja soleiðis út:

Annika Olsen, formaður

Hans Joensen, næstformaður

Ingvør Justinussen, kassameistari

Joan Neshamar, skrivari

Rói Poulsen

Óli Breckmann

Jógvan Thomsen

Havnar Framburðsfelag er eitt rættiliga gamalt felag. Tað var stovnað á heysti í 1903 av Jóannes Patursson og fleiri øðrum góðum monnum so sum Djóna í Geil, Jóhan Henrik Poulsen, Rasmus Effersøe, Mads Andrias Winther, Vilhelm Mohr og O. J. Olsen.

Felagið hevur verið virkið síðani, og nýggja nevndin ætlar at skipa fyri fleiri tiltøkum.

Høvuðsevnið hjá nevndini er komandi kommunuval, og skipað verður fyri fleiri fundum, bæði við fakligum innihaldi og eisini meira við hugna.

Fyrsta tiltakið hjá Havnar Framburðsfelag verður týskvøldið 19. apríl, tá skipað verður fyri einum hugnakvøldi í Bládýpinum.

Myndin er av nýggju nevndini, sum frá vinstru er: Ingvør Justinussen, Jógvan Thomsen, Joan Neshamar, Óli Breckmann, Annika Olsen, Hans Joensen og Rói Poulsen.​

 

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.