Løgmaður til Grønlands á ríkisfund

0
762

Árligi ríkisfundurin millum stjórnarleiðararnar í ríkisfelagsskapinum verður 29. og 30.apríl í Grønlandi.

Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, er vertur fyri fundinum hesaferð, og í hesum sambandi fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri Danmarkar, til Grønlands.

Stjórnarleiðararnir fara at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum.

kelda:tinganes.fo