Home Fólk & SamfelagPolitikkur Munnligur fyrispurningur

Munnligur fyrispurningur

by OML

Til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu Viðvíkjandi RLÚrslitinum hjálandskassansumfyri 2015.

1. Kann landsstýriskvinnan upplýsa fyriløgtinginum, hvat úrslitið hjá landskassanum RLÚ verður fyri 2015.
2. og kann landsstýriskvinnan upplýsa fyriløgtinginum, hvat úrslitið hevði verið, umeykajáttanin okt/2015 frá landsstýrinum og Eykajáttanum í des/2015 (keyp EIK-bygningur) ikki vóru við.
3. Er hetta í samsvar við tað búskaparstøðu, sum landsstýriskvinnan greiddi Føroya fólki fráundan valinum 1. sept 2015.

Viðmerkingar:

Í 2011 kom undanfarna samgonga til eittfíggjarlógaruppskot, sum Aksel V. Johannesen, táfíggjarmálaráðharri hevði lagt fram. Tað vísti eitt hall upp á 626 mió. Kr.

Borgarliga samgongan setti sær fyri at fáa hettaovurstóra hall burtur longu í 2016. Hetta kravdivøkstur í búskapinum og afturhald í almennumútreiðslum. Í 2015 nærkast málinum og undanfarnasamgonga kundi leggja fíggjarkarmar fram, sum vístu avlop í 2016. Bæði núsitandi løgmaður, Kristina Háfoss, nú landsstýriskvinna og onnur í núsitandi landsstýrið søgdu, at hetta passaði ikki.

Tøl sum nú koma fram vísa, at longu í 2015 var yvirskot, tó treyta av, at nýggja landsstýrið ikki settiforbrúk í gongd. Sitandi samgonga skundaði sær viðeykajáttan í Tingið, sum kostaði 63 mió. kr. Herímillum vóru framskundan av Viðareiðistunnlinum og so keypt av bygningi á kongabrúnni til umsiting. Longu í december er afturskundur, og eykajáttan verður løgd fyri tingið at keypa EIK-bygningin í miðbýnum, kostnaður 26 mió. Kr.

Hóast hetta ovurforbrúkið í endanum av árinumljóðar, at hallið hjá landskassanum í 2015 er uml 80 mió.kr. TVS. Um nýggja samgongan ikki leyp út at brúka pengar, so var yvirskot longu í 2015.

Tvs undanfarna samgonga megnaði, eftir bara 3 árum, at venda einum hallið uppá 626 mió. kr til javnvág.

Tórshavn, 4. apríl 2016

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.