24.FO
Home Vinnutíðindi Fiskivinna Yvirlitstrolingarnar á Landgrunninum lidnar

Yvirlitstrolingarnar á Landgrunninum lidnar

Hóskvøldið 10. mars kom Magnus Heinason aftur frá yvirlitstrolingum á Landgrunninum, og harvið vóru yvirlitstrolingarnar, ið hava verið gjørdar á hvørjum vári síðan 1982, lidnar fyri hesu ferð. Høvuðsendamálið við hesum kanningum er at fáa til vega tilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingum. Túrurin gekk væl, og tað eydnaðist at taka allar tær ætlaðu støðirnar. Uttan trupulleikar var túrurin tó ikki; m.a. fekk Magnus Heinason restir av einum troli um skrúvuna á Munkagrunninum. Roynt var at fáa trolið at loysna av aftur, men tá tað ikki gekk, varð siglt á Tvøroyri, har fólk frá Brymli fór niður at skera netið av; tað eydnaðist væl.

Yvirlitstrolingar-Havstovan2016Fyribils úrslit av hesum kanningum eru í túrfrágreiðingini fyri hendan túrin. Í frágreiðingini verður tikið saman um báðar túrar í vár, og samanberingar verða gjørdar við onnur ár.

 

Sí frágreiðingina her.

Í hesum stubbanum skal ikki vera gjørt meira við túrin, men ein gleðilig eygleiðing má nevnast. Tað er, at væl var at fáa av ársgamlari hýsu, ið vónandi kann fáa frið at seta til ein sera lítlan stovn.

Kelda & mynd Havstovan

- Advertisment -

Most Popular

Føroyar og USA styrkja samstarvið

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur í dag havt fund við amerikanska uttanríkisráðharran Mike Pompeo. Undir fundinum fegnaðust teir um góðu...

Eldur í bili í tunnilinum

Í kvøld umleið klokkan 20.30 kom eldur í ein bil í var á veg gjøgnum tunnilin millum Árnafjørð og Klaksvík. Nógvur roykur er frá...

Kommunuætlan til hoyringar

Kommunuætlanin fyri Tórshavnar kommunu árini 2020-2035 er til hoyringar, og tað er hon til 10. august í ár. Uppskotið til kommunuætlan ber til at lesa...

Stigvís avvenjing gevur besta úrslitið

Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti at 18% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. Nógv, sum roykja, ynskja at leggja av. Men tað kann...

Seneste kommentarer