Home Fólk & Samfelag Okkara Merkið um allan heim

Okkara Merkið um allan heim

by OML

Øll eiga at fegnast um, at Merkið – tjóðareyðkennið, ið allir føroyingar standa saman um – nú fer at veitra á 534 støðum kring um í heiminum

Skulu vit síggja og brúka nýggjar møguleikar ella stara okkum blind í trupulleikum, sum ikki eru til?

Hesin spurningur er aktuellur, nú allir stovnar ríkisins og sendistovurnar allar fara at vinda Merkið á stong á Ólavsøku.

Hetta, at okkara tjóðarmerki fer at veitra kring allan heim, gevur møguleikar, ið vit kunnu brúka til eitt gott endamál.

Eitt er, at Føroyar kunnu koma á breddan og vekja áhuga í Ríkisfelagsskapinum og – ikki minst – víðari úti í heimi, har ið 534 sendistovur í ríkinum fara at vinda Merkið í húnar hátt Ólavsøkudag.

Um vit brúka hetta rætt, eru eisini góðir møguleikar hjá ferðavinnuni og matvøruvinnuni at taka seg fram. Tær hava báðar undanvind og viðrák við sera góðum ummælum í altjóða miðlum fyri ávíkavist góð ferðamið og framúrskarandi mat og rávørur.

Tíverri eru tað ikki øll, ið fegnast um hetta átak hjá forsætisráðharranum, hóast tað vísir virðing fyri okkara tjóð og í seinasta enda eisini styrkir bondini í ríkinum.

Nei, summi vilja múlatrútin stara seg blind í trupulleikum, sum ikki eru til.

Ikki liggur tað í ílegum hjá tjóveldisfólki at standa saman. Klandur og konfliktir skulu koma fram um gott samanhald og samstarv í Ríkisfelagsskapinum.

Hví ikki vera við tí góða orðinum? Hví ikki fegnast um felags framstig? Hví ikki – saman við okkara samstarvsfeløgum í ríkinum – brúka møguleikarnar, sum nú bjóða seg fram?

Tað er pínligt at síggja, at umboð fyri Føroyar uppføra seg sum forkelað smábørn og gera tjóðini fyri skommum á Christiansborg. Púrt ongi úrslit koma burturúr fyri Føroyar, so sum Sambandsflokkurin á Christiansborg annars er kendur fyri at avrika og føra heim til lands.

Lat okkum frøðast um, at vit liva í heimsins besta landi, har hvør einstakur hevur størst møguligt persónligt frælsi. Veruligt frælsi fær øll tjóðin við at samstarva í Ríkisfelagsskapinum.

Tjóðin er ikki sonevnda “sjálvstýrisrørslan” ella tey, sum rópa um fullveldi.

Tjóðin eru vit. Fólkini í Føroyum. Menniskjuni, sum búleikast her.

Vit hava frælsi til at fáa okkum ókeypis útbúgving, seta búgv, koma í arbeiði og hava kjans til at arbeiða okkum upp. Hvør einstakur føroyingur hevur besta útgangsstøði fyri at smíða sær eydnuna góða.

Hetta kemur alt fram um misskilta tjóðarbygging, nationalismu og sjálvsøkin áhugamál hjá einstaklingum, sum vilja gera seg upp í almenna rúminum.

Lat okkum brúka nýggju møguleikarnar til at gera tað upp aftur liviligari í okkara fantastiska landi.

Bárður S. Nielsen

Formaður Sambandsfloksins

Kelda & mynd: samband.fo 26. mars 2016

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.