Home Tíðindir 19.000 fleiri gistingar í ferðavinnuni í 2015 enn í 2014

19.000 fleiri gistingar í ferðavinnuni í 2015 enn í 2014

by OML

Í 2015 vóru 158.000 gistingar í ferðavinnuni, um 19.000 fleiri enn í 2014, svarandi til ein vøkstur á 13%. Hetta skrivar Hagstova Føroya.

Av vøkstrinum kom nógv størsti parturin, um 8.500, frá fólki búsitandi í Føroyum. Síðani um 3.700 frá fólki úr Danmark, um 2.000 frá fólki úr Bretlandi, um 1.800 frá fólki úr Norðuramerika og 1.700 frá fólki úr Íslandi.

Ein gisting verður tald sum hvør einstøk nátt, ið ein persónur gistir á gistingarstaði, sum skrásetir og letur Hagstovuni upplýsingar um gistingar. Í hagtølunum eru eisini innskrivingar, t.e. tal av fólki, sum skriva seg inn í gistingarhús, íbúð og hús, kamping og ból og bita.

Tá talan er um innskrivingar av persónum, er tað ein vøkstur á 9.700, frá  53.000 í 2014 til 62.700 í 2015. Tað svarar til ein vøkstur á 18%.

Vøkstur alt árið

Mánaðarliga er tað ein javnur vøkstur heilt frá ársbyrjan 2013, tá Hagstovan í samstarvi við Visit Faroe Islands fór undir at innsavna hagtøl um gistingar kring landið. Vøksturin er tó størstur um várið og summarið. Serliga var stórur vøkstur í mars í fjør í samband við sólarmyrkingina, men eisini alt várið og summarið var munandi vøkstur. Eisini í 4. ársfjórðingi var vøkstur, hóast nakað minni.

Í samband við hagtølini fyri mars, tá sólarmyrkingin var, skal viðmerkjast, at gistingar við ferðafólka- og hotellskipum ikki eru taldar við, ei heldur nógvar av gistingunum, har ferðafólk leigaðu bústað frá privatum.

Flestu gistingar hjá ferðafólki úr Danmark

Verður hugt eftir hvaðani ferðafólkini koma, so eru nógv tær flestu gistingarnar, 33%,  hjá fólki, sum búgva í Danmark. Harnæst eru tað fólk, sum búgva í Føroyum, ið eiga 27% av gistingunum. Síðani eru tað fólk úr øðrum europeiskum londum uttan fyri Norðurlond við 19%. 17% koma úr øðrum Norðurlondum enn Danmark og Føroyum. Síðani er eitt langt lop niður til teirra, ið koma úr londum uttan fyri Europa.


Í talvuni niðanfyri eru gistingar býttar eftir einstøkum londum, har ferðafólkini búgva. Umframt Danmark og Føroyar, ið sum nevnt eru langt ovast, koma tey úr Noregi, Týsklandi, Bretlandi, Íslandi og Svøríki. Men eisini Norðuramerika liggur ovarliga, og her er eisini tann størsti lutfalsligi vøksturin frá 2014 til 2015.

Í talvuni niðanfyri eru gistingar býttar eftir einstøkum londum, har ferðafólkini búgva. Umframt Danmark og Føroyar, ið sum nevnt eru langt ovast, koma tey úr Noregi, Týsklandi, Bretlandi, Íslandi og Svøríki. Men eisini Norðuramerika liggur ovarliga, og her er eisini tann størsti lutfalsligi vøksturin frá 2014 til 2015.

Tveir triðingar av gistingunum í Suðurstreymi, men lutfalsliga var vøksturin størri uttan fyri Suðurstreym

Í hagtølunum sæst eisini, hvussu gistingarnar eru býttar á tvey høvuðsøki í Føroyum, Suðurstreym og Føroyar annars. Av teimum 158.000 gistingunum í 2015 vóru 102.500 í Suðurstreymi, svarandi til 65%, og uml. 55.500 í Føroyum annars, svarandi til 35%.

Vøksturin í gistingum í 2015 samanborðið við 2014 var 9.400 í Suðurstreymi, svarandi til 10%. Í Føroyum annars var vøksturin líka stórur, 9.400, sum í Suðurstreymi, men lutfalsliga svarar tað til ein vøkstur á 20%.


Tríggir fjórðingar av gistingunum í gistingarhúsi

Verður hugt eftir gistingarhátti, er stórur munur á Suðurstreymi og Føroyum annars.

82% av øllum gistingum í Suðurstreymi vóru í gistingarhúsi, samanborið við 60% í Føroyum annars. Hinvegin vóru bert 4% av gistingunum Suðurstreymi í kamping, samanborið við 20% í Føroyum annars.

Fyri allar Føroyar vóru 75% av øllum gistingunum í 2015 á gistingarhúsi, 13% í íbúð ella húsi, 9% í kamping og 2% sum ból og biti. Lutfalsliga var nógv størsti vøksturin í kamping.

Í talvuni omanfyri eru umframt gistingar eisini innskrivingar fyri 2014 og 2015. Viðmerkjast skal til lítla fallið í gistingunum í bólkinum ”Íbúð/Hús” fyri Føroyar annars, at her eru m.a. tvær umstøður munandi broyttar. Ein er, at her var tað ikki møguligt hjá ferðafólki at leiga íbúð ella hús gjøgnum eina av stóru kunningarstovunum í 2015, so sum tað var í 2014. Ein onnur er, at fleiri langtíðarleigumál, ið vóru í 2014, ikki vóru í 2015.

Í myndini niðanfyri síggjast broytingarnar frá einum ársfjórðingi til annan fyri trý tey seinastu árini, og hvussu samansetingin er eftir gistingarhátti. Sera sjónskt er, hvussu nógv tær flestu gistingarnar eru í 2. og serliga í 3. ársfjórðingi. Eisini sæst, at tann stóri vøksturin í kamping serliga er uttan fyri Suðurstreym og í 3. ársfjórðingi.

Fólk gista tvær-tríggjar nætur í miðal

Ymiskt er, hvussu nógvar nætur, ið fólk gista. Sum heild gista tey longst, tá tað er í íbúð ella húsum, umleið 4-5 nætur í miðal, og út við 3 nætrum í kamping. Á gistingarhúsum er tað út við hálvatriðju nátt í miðal og nakað tað sama, tá tað er ól og biti er.  Hetta er fyri landið sum heild, men aftan fyri miðaltalið er stórur munur á Suðurstreymi og í Føroyum annars: m.a. longri í gistingarhúsi í Suðurstreymi enn Føroyum annars, og væl longri í kamping í Føroyum annars enn í Suðurstreymi.

 

Gisting í frítíðar- ella starvsørindum

Í hagtølunum sæst eisini, hvussu innskrivingar hjá fólki á gistingarhúsum  eru býttar eftir endamáli við ferðini, alt eftir hvaðani ferðafólkini eru. Hesar upplýsingar eru bert frá gistingarhúsum og ikki frá ferðafólki í íbúð/húsi, kamping og bóli og bita.

Her er endamálið býtt í tvey, frítíðarferð ella starvsferð. Sum heild eru næstan tveir triðingar, 62%, har endamálið er frítíðarferð, og tann minni parturin er starvsferð. Hjá ferðafólki úr Amerika og Kyrrahavslondum eru tað tó um tríggir fjórðingar, ið koma á frítíðarferð.

Dagførdu gistingarhagtølini eru at finna í hagtalsgrunninum her.

Kelda: Hagstova Føroya » 21. mars 2016 – mynd 24.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.