Home Heim & Frítíð Heimskendi violinspælarin Nigel Kennedy konsert í Norðurlandahúsinum.

Heimskendi violinspælarin Nigel Kennedy konsert í Norðurlandahúsinum.

by OML

G! Festivalu presenterar í samstarvi við Norðurlandihúsið heimskenda violinistin Nigel Kennedy á konsert í Norðurlandahúsinum leygardagin 10. September.

Í meir enn 25 ár hevur bretski violinleikari, Nigel Kennedy, verið viðurkendur sum ein av heimsins fremstu úrmælingum. Hansara sermerkta talent og fólksliga tekki hava blást nýtt lív í klassiska tónleikin. Hann er tann klassiski violinisturin, sum hevur selt mest í øllum heiminum – nakrantíð.

Tónleikur hansara røkkur tvørturum øll tónlistarlig mørk og ættarlið. Samstørv hansara við Jeff Beck, The Who og Kate Bush, sum hevur givið honum æruna fyri at breiða klassiskan tónleik út til alt fólkið, hava givið tónleikinum í 21. øld nýggjan íblástur. George Martin sáli, legendariski framleiðarin hjá the Beatles, segði Nigel hava “gjørt meir enn nakar annar fyri at sameina rútmisku og klassisku tónlistaheimirnar”.

Nigel, sum er eins tryggur við Elgar og Duke Ellington, byrjaði í 90unum at broyta ímyndina av klassiskum tónleiki við síni útgávu av Fýra Árstíðunum hjá Vivaldi. Við yvir trimum milliónum eintøkum seldum, sló útgávan øll met. Stutt sagt hevur hann prógvað, at góður tónleikur er góður tónleikur!

Við ‘BACH hittir KENNEDY’, gongur Nigel Kennedy enn einaferð frammaundan, og bjóðar okkum eina skrá, har hann fagnar tónleikinum hjá Johann Sebastian Bach. Verk hjá Bach verða sett saman við hansara egnu jazzutu útgávum við gittari, trummum og kontrabassi, og soleiðis verða áhoyrararnir tiknir við á eina spennandi ferð frá barokki til nútímans tónleik við íblástri úr klassiskum tónleiki, jazzi, keltiskum tónleiki, fólkatónleiki og rokki.

Tað er ein stór æra og fragd at bjóða føroyingum Nigel Kennedy. Atgongumerkjasølan byrjar týsdagin 22. mars á Nlh.fo

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.