Home Fólk & Samfelag Gigni í snotuligum hølum á Fornagørðum í Klaksvík

Gigni í snotuligum hølum á Fornagørðum í Klaksvík

by OML

Deildin hjá Gigni í Klaksvík er nú flutt í nýggj og snotulig hølir á veghæddini í Húsinum á Fornagørðum, sum Klaksvíkar kommuna hevur útvegað, og tí bjóða Gigni og kommunan til almenna móttøku í hølunum hósdagin 10. mars 2016 frá kl. 14 til 16, har høvi verður at síggja umstøðurnar og heilsa upp á leiðslu og starvsfólk.

Bygningurin hjá BankNordik við Klaksvíksvegin í Klaksvík eitur nú Húsið á Fornagørðum, sum kemst av, at bygningurin liggur á Fornagørðum, sum er gamalt staðarnavn í Klaksvík.

Í hesum bygningi hevur Klaksvíkar kommuna – í sera góðum samstarvi við ymsar almennar stovnar – innrættað hølir til fleiri ymsar deildir og tænastur innan trivnaðarøkið og barna- og ungdómsøkið.

Húsið á Fornagørðum er í trimum hæddum, har ovasta hæddin í løtuni hýsir Barnaverndar-tænastuni í Norðoyggjum, Námsfrøðiligu Ráðgevingini og deildini hjá Sernámi í Norðoyggjum, sum har fáa gagn av at verða undir sama taki og í góðum umstøðum.

Miðhæddin á Fornagørðum verður um eina tíð innrættað til áður nevndu stovnar, sum tá flyta niður á miðhæddina, samstundis sum Heilsutrygd fer at flyta inn á ovastu hædd.

Umleið helmingurin av niðastu hædd, veghæddini, er nú innrættaður til Gigni – Heilsufrøði til børn & ung – sum nú er flutt inn í hesi nýggju hølini í Húsinum á Fornagørðum í Klaksvík. Samstundis verður arbeitt við at fyrireika innrætting av restini av veghæddini til aðrar stovnar innan málsøki, sum kunnu fáa gagn og gleði av at verða undir sama taki.

– Húsið á Fornagørðum er eitt av málunum, sum vit hava raðfest høgt hetta valskeiðið, og tí eri eg ógvuliga fegin um, at vit er komin so væl áleiðis við hesari spennandi verkætlan, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum í farnu viku var á gátt hjá Gigni og hugdi at snotuligu umstøðunum á Fornagørðum.

– Uttan tað sera góða samstarv, sum vit hava við ymsu stovnarnar, hevði hetta ikki verið gjørligt, og tí vil eg fegin takka Bjartu Vilhelm, stjóra í Gigni, fyri sera gott samstarv, nú vit í felag vilja geva øllum høvi at síggja nýinnrættaðu hølini á Fornagørdum.

– Saman við Gigni bjóða vit øllum áhugaðum til almenna móttøku hósdagin 10. mars frá kl. 14:00 til 16:00, har millum annad tónleikaframførsla, lætt ábit og røður verða á skránni, og har øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Dagliga starvast Maria Matras og Karin Lassen, heilsufrøðingar, á deildini hjá Gigni í Húsinum á Fornagørðum, og vóna tær báðar at fáa nógv fólk á gátt hósdagin 10. mars 2016 frá kl. 14 til 16.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.