Eik Banki og skattafrádráttur

Eivind Jacobsen

0
925

Undirritaði hevur seinastu 14 dagarnar roynt at útvega tilfar og seta seg inn í málið um skattaroknskapin hjá Eik Banka. Tað sum eg eri komin til sær ikki gott út. Tað tykist mær, sum um okkurt er rættuliga skeivt.

Eg tosaði við Eik Banka og sendi teimum 4 hvassar spurningar fyri meira enn einari viku síðan. Teir boðaðu frá, at teir høvdu avgjørt, at meðan Taks arbeiddi við málinum, ynsktu teir ikki at gera viðmerkingar til málið.

Eg boðaði teimum frá, at eg arbeiddi víðari við málinum. Somuleiðis greiddi eg frá, at tá teir ikki vildu luttaka, so hevði eg tá bert eina søgu á einum beini og tað kundi eg ikki senda í luftina.

Síðan havi eg tosa við nógv fólk tilsamans. Eg havi útvega nógvar upplýsingar. Eg havi sett alt saman og hesa seinastu vikuna eru tær neyðugu dokumentatiónirnar útvegaðar.

Og tað sum nú kann dokumenterast er rættuliga álvarsamt. Men sjálvandi manglar mær viðmerkingar frá Eik banka. Dokumentatiónin er so mikið góð, at eg ivist í um Eik kann afturvísa hesum. Men sjálvandi fáa teir høvið til tað. (í R7 um teir vilja)

Í stuttum kann sigast at eg meti meg m.a. at hava dokumentatión fyri:

1.       Stjórin í Finansiel Stabilitet Henrik Bjerre, hevur upplýst, at Finansiel Stabilitet hevur goldið tær 500 milliónirnar, sambært lóg, og tí ber ikki til at tosa um Goodwill. Harumframt ber bert til at avskriva goodwill um goldið er fyri tað.

2.       Eik banki brúkar “Opningsbalansu” í roknskapi og eitt annað tal í samskiftinum við Taks.

3.       TF holding og Eik banki vistu av at einki goodwill og eingin skattlig avskriving var í nýggja Eik banka

4.       Eik hevur latið inn sjálvuppgávu í 2011 og har eru nógv umrøddu ca. 500 mió. settar sum frádráttur. Hetta er ikki í samsvar við tað sum Eik hevur upplýst. (Tað sæst partvís í yvirliti frá Taks)

5.       Tað er orsøk at halda, at Eik Banki hevur givið Taks manglandi og villeiðandi upplýsingar. (goodwill gevur onga meining)

Út frá hesum er niðurstøðan rættuliga tyngjandi fyri Eik Banka. Tey sum hava skil fyri slíkum vita hvat hetta merkir. Og tey sum kenna meg vita, at eg havi dekka meg inn, áðrenn hetta er skriva.

Tí hevði verið rættast, um Eik Banki vildi luttikið og greitt frá hesum.

Tað minkar ikki um illgrunan, at tá eg spurdi Jan Lamhauge hvat Eik Stjórin skrivaði á talvuna í D&V 18/2, og Lamhauge svaraði, at teir fingu ikki loyvi at taka myndir av talvuni.

Tíðindaskrivið hjá Eik 18 februar minkar heldur ikki um illgrunan.

Kann upplýsa at eg havi gjørt eina frágreiðing, sum er 13 síður, har tað mesta ivaleyst er við.

Tað er rættuliga keðiligt at noyðast út við slíkum upplýsingum. Men tað hevur tídning at slíkt verður viðgjørt. Tí átti Eik Banki at sæð tað skilagóða í at luttikið.

Sigast skal, at eg leiti eftir sannleikanum í hesum máli. Eg haldi eg havi funnið hann. Men tað verður uppaftur rættari um Eik Banki luttekur.

Tí vil eg bjóða Eik Banka at luttaka í R7 sendingini Metis, nú Týsdagin 6. mars, fyri at greiða frá og svara spurningum.

Vinarliga

Eivind Jacobsen
Strendur

P.S. Havi sent meira útgreinaðan teldupost til Eik